- Tey skuldu skammað seg

Kjak tók seg upp, tá Jenis av Rana, landsstýrismaður, í gjár handaði mentanarvirðislønir landsins.

Hann handaði tær lógarbundnu Mentanarvirðisløn Landsins og Heiðursgávu Landsins. Men Virðisløn til ungt listafólk kom ikki, sum annars hevur verið vanligt síðani 2011.

Og harvið fylgdi landsstýrismaðurin ikki fult út innstillingini frá Virðislønarnevndini.

Ístaðin handaði hann Serstøku Virðisløn Landsins.

Vit hava sett  Jenis av Rana nakrar spurningar, nú kjak hevur tikið seg upp, um hví hann ikki fylgdi innstillingini:

 

Hví valdi tú ikki at fylgja innstillingini frá Virðislønarnevndini, men ístaðin sjálvur velja tann eina virðislønarmóttakaran?

 

- Eg fylgdi innstillingini frá virðislønarnevndini, tá tað galt tær báðar virðislønirnar, sum nevndin hevði heimild til at innstilla til. Tað triðju virðislønina hevði nevndin ikki heimild at innstilla til- hon er ein virðisløn, sum landsstýrismaðurin, sambart lógini og kunngerðini fyri virðislønirnar, sjálvur velur at lata ella ikki- uttan instilling. Tvs. at eg valdi at fylgja lóggávuni og kunngerðini fyri virðislønirnar- og ikki ganga egnar ella annara leiðir, sigur Jenis av Rana.

 

Nevndin ger tilmæli, men kennir tú ikki,  at tú brýtur siðvenju og kanska eisini armslongdar prinsipp?

- At skjóta seg undir at fylgja siðvenju er ikki altíð rætt, tí tú skalt fylgja tí lóggávu, tú sum landsstýrismaður er valdur at arbeiða undir. At skjóta seg undir siðvenju, og at onnur hava gjørt so ella so, kann føra eitt land og ein persón út á vandamikla kós. Tú má, sum landsstýrismaður, fylgja lógum og kunngerðum fyri tínum starvi, og ikki tí, sum onnur uttan heimild hava tikið sær rætt til at gera.

- Viðvíkjandi armslongdarprincippinum, so bað eg, áðrenn eg gjørdi av at geva tað serstøku heiðursgávuna, um eina juridiska meting viðvíkjandi tí. Og niðurstøðan var greið, eg fekk greitt at vita, at tað hevði eg loyvi til, eg var á tryggari grund, sigur Jenis av Rana 

 

Tú kundi t.d. havt gjørt eina eyka virðisløn, sum kom umframt tær tríggjar, sum vanliga hava verið latnar, og harvið kundi tú kanska sloppið undan kjakinum, sum hevur tikið seg upp.

 

- Lívið gongur ikki út uppá at sleppa undan kjakum, tey kunnu, um tey eru saklig, gera gagn. Men heilt erligt, so haldi eg, at tey, sum hava skapt hetta kjakið, burdu skammað seg! Skammað seg yvir at misnýta heitið ung! Og skamma seg yvir ikki at virða tey, sum fingu fult uppibornan heiður í gjárkvøldið. Heldur burdu tey glett seg saman við teimum! Eg skammist yvir, at nøkur eru so lítið at sær komin, at tey vanvirða gamlan føroyskan sið at bera okkara eldru teirra uppibornu tøkk, sigur Jenis av Rana, landstýrismaður.

 

Væntaði tú, at kjak fór at taka seg upp um tína avgerð um ikki at fylgja innstillingini?

 

 - Mínar royndir í politikki hava tíverri víst, at nøkur eru, sum eru so illa fyri, at tey ongi sømulig mørk virða í kjaki, sigur Jenis av Rana.

 

Tað er ongin loyna, at tú ert politikari, og nú landsstýrismaður, við greiðum meiningum. Kunnu vit vænta, at tú í fleiri førum fer at síggja burtur frá nevndartilmælum í framtíðini?

 

- Sjálvandi eigur tú sum politikari at hava greiðar meiningar og ætlanir, annars mást tú ikki bjóða teg fram at stjórna landinum. Sum eg havi víst á í fyrru spurningunum, so havi eg í hesum málinum fylgt tí innstilling, sum eg fekk, tá tað snúði seg um tær báðar heiðurslønir, ið innstillingarnevndin hevði heimild at innstilla til. Eg fylgi ivæl við í starvi mínum, og fari vónandi ongantíð at lata meg freista til at lata fólk, í nevndum ella ikki, lokka meg at taka avgerðir, sum eg ikki havi rætt at taka, sigur Jenis av Rana, landsstýrismaður.

 

Les eisini:

Nevndin innstillaði tríggjar virðislønir:

https://www.in.fo/news-detail/news/nevndin-innstilladi-triggjar-virdisloenir/