Tey skulu ikki vísa seg í Føroyum

Politikarar eru sinnaðir til at seta hart ímóti hørðum ímóti brotum á lógini um rúsevni

Politikarar leggja upp til at seta hart ímóti hørðum ímóti teimum, sum bróta lógina um rúsevni. Tað hoyrdist týðiliga í Løgtinginum í dag, tá ið Løgtingið umrøddi trupulleikan við rúsevnum í Føroyum.

Tað var Brandur Sandoy, tingmaður fyri Fólkaflokkin, sum reisti málið, tí hann vildi hava at vita, hvat landsstýrið ætlar at gera. Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum, vissar um, at landsstýrið tekur málið í størsta álvara

LES MEIRI HER: Vit taka trupulleikan við rúsevnum í størsta álvara

Men undir umrøðuni á Løgtingið í dag vístu løgtingslimir, at teir eisini vóru sinnaðir at taka heldur óvanlig stig í royndunum at basa rúsevnatrupulleikanum. Eitt nú vóru tað politikarar, sum hildu, at vit eiga at forbjóða útlendingum  sum eru dømdir fyri brotsverk í sambandi við rúsevni at gera, at sleppa til Føroya.

Og tað er ein spurningur, sum eisini Kaj Leo Holm Johannesen, tók fram. Hann sigur, at vit eiga at seta ein grótharða kós ímóti hesum trupuleikanum.

Hann sigur, at eitt áhugavert, sum kom fram í kjakinum er, at eingir útlendingar – heldur ikki danir - sum eru dømdur fyri brot á lógina um rúsevni, skulu stíga sín fót á land í Føroyum.

– Vit skulu tryggja okkum, at fáa løgregluna at syrgja fyri, at teir ikki sleppa at vísa seg her, tí teir eru ikki vælkomir her, sigur Kaj Leo Holm Holm Johannesen.