Tey spyrja: Nær sleppi eg framat prikinum?

Nú mugu sjúklingar og búfólk fáa eitt svar – hvussu leingi kann eg vænta at bíða eftir koppsetingini? Tað er stórur munur á at bíða eina viku ella at bíða fleiri mánaðir. Ikki minst um tú ert lungasjúk, hevur krabbamein, kroniska sjúku ella er avbyrgd á einum heimi. Listin av fólki, sum bíða í óvissu, er tíverri langur. Og svar er ikki lætt at fáa.

Mong eru koppsett, og nøkur fá sloppin framum í køini. Nú má øll orka og fokus setast á tey, sum skilliga hava tørv á koppseting, men enn einki tilboð hava fingið. Tey mugu fáa greitt at vita, nær tey kunnu vænta sær prikini. Her má landsstýrið og heilsumyndugleikin tryggja eina betri skipan, so fólk í vandabólki sleppa úr óvissuni.

Havi sjálv roynt at ringt runt til “systemið” fyri ein persón, ið er í vandabólki. Viðkomandi hevði tá í vikur roynt - og roynir framvegis - at fáa svar uppá einfalda spurningin: Nær kann eg vænta at koma á koppsetingarlistan? Talan er um eldri persón, sum fyri stuttum er skurðviðgjørdur fyri krabba og hevur niðursettan lungakapasitet, umframt aðra kroniska sjúku. Og viðkomandi skuldi av landinum til kanningar, men tordi illa at fara, og enn verri at lata vera. Nú ein mánaður er farin, veit viðkomandi framvegis ikki, nær ein skamtur verður tøkur. Eins og so mong onnur, kundi hesin persónir verið á LSH fáar minuttir eftir, at telefonin ringdi.

Hoyrdi í útvarpinum stjóran á sjúkrahúsverkinum harmast um, at tey nú máttu taka sær av starvsfólki, sum eru blivin kedd og ómotiverað av tíðindunum í miðlunum. Tað er sjávandi keðiligt, tí heilsustarvsfólkini gera eitt megnar arbeiði!

Men, búfólkini og alvorliga sjúk, sum dagliga liva við óttanum. Hvør loftar teimum? Tað er bæði møðandi og óttaskapandi, ikki at kunna fáa svar uppá spurningin: Hví eri eg ikki á listanum enn, og nær verði eg raðfest/ur?

Tað tykist ikki rætt, at sjúk fólk ella avvarandi skulu noyðast í vikuvís at ringja ella skriva til kommunulækna til serlækna til skrivarar til koronalinju til Heilsumálaráðið og umaftur – uttan at fáa greitt svar. Ein dato, ella eini boð um “áleið tá sleppur tú framat”, hevði gjørt sera, sera stóran mun.

Vónadi setur landsstýrið og heilsumyndugleikin alla orku inn at fáa hetta at rigga betur. Vænti, at tað eisini hevði lætt nógv um trýstið á heilsuverkið og heilsustarvsfólk, sum renna allan sólarringin fyri at halda okkum so trygg, sum til ber. Takk fyri tað!

Bjørt Samuelsen

tingkvinna