“Tey sterku skulu nokk klára seg”

Kim Larsen er ofta endurgivin fyri hesi orð.  “Eg skilji ikki, hví man skal hava politikarar (ella eina stjórn), um tað ikki er fyri at hjálpa teimum veiku – tey sterku skulu nokk klára seg”.

Hesi orð runnu mær til hugs, nú vit enn einaferð hoyrdu um tann alt alt ov langa bíðilistan til vardar bústaðir í Føroyum. Í dag standa 182 borgarar við serligum tørvi á bíðilista til ein vardan bústað, og bíðitíðin hevur hjá summum vart heilt upp til 27 ár.

Tað eru ikki bara teir borgarar, sum hava tørv á varda bústaðnum, sum eru hart rakt av hesari støðu, tað eru eisini øll teirra avvarðandi. Og tey verða ikki yngri við árunum heldur.

Sama hvat slag av politikara tú ert – landspolitikari ella kommunalpolitikari, so kann mann heilt einfalt ikki lata slíka skilaleysa støðu um seg ganga. Umberingin, at hetta er ein uppgáva hjá landinum – gongur ikki longur. Og eg fari, um eg fái borgarans álit við kommunuvalið, at streingja á, at fáa loyst hesa óvirðiligu støðu, so skjótt sum møguligt.

Bíðilistin til vardan bústað skal burtur

Ein hópur av borgarum, sum hava tørv á vardum bústaði, búgva sjálvandi í Havn. Og nú skal tað málið loysast.

Bæði Almannaverkið og Megd mæla inniliga til, at landið finnur sær fleiri og góðar samstarvspartnarar, so at vit kunnu fá bygt teir vardu bústaðir, sum skulu til, so at bíðilistin minkar í stórum. Og sjálvandi skal Tórshavnar Kommuna á banan, sum ein góður samstarvspartur, sum krevur at landið ger sína skyldu.

Tí hvat hava vit annars politikarar til í Býráðnum, um tað ikki er fyri at seta tiltøk í verk fyri teir Havnarborgarar, sum hava tað allarmest fyri neyðini.

Helena Dam á Neystabø,

valevni Javnaðarfloksins til Tórshavnar Býráð