Tey sum eru koppsett eiga at sleppa at gera meiri enn onnur

Smáligheit og øvundsjúka eigur ikki at vera ein forðing, siga arbeiðsgevarar

 

 

Smáligheit og øvundsjúka eigur ikki at vera ein forðing fyri, at tey, sum liðugt koppsett, fáa lagaligari treytir enn tey, sum ikki eru koppsett í eitt tíðarskeið. Tað er boðskapurin hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag í morgun.

Tey siga, at fyri tær nógvu fyritøkurnar, sum eru avmarkaðar í sínum virksemi og sum stríðast fyri at hóra undan, er koppsetingin ljósið fyri endan á tunlinum.

– Fyri hesar fyritøkur, og fyri alt samfelagið, snýr tað seg um at gagnnýta koppsetingina til at lata samfelagið upp aftur fyri teimum, sum eru koppsett, og tað skal vera so skjótt sum tað yvirhøvur ráðiligt, siga arbeiðsgevararnir.

– Hjá fleiri fyritøkum er tað ein spurningur um lív ella deyð. Vanlig smáligheit og øvundsjúka eigur ikki at forða fyri hesum, siga teir

Føroya Arbeiðsgevarafelag heldur, at meta myndugleikarnir, at tað er trygt at lata samfelagið meiri upp fyri fólki, sum eru liðugt koppsett, er ongin orsøk til at drála.

Vit mugu skapa so nógv virksemi, sum til ber og tí eiga vit at loyva teimum, sum eru liðugt koppsett, at vera ein meira virkin partur av samfelagnum. Hetta kann vera tað, sum bjargar fleiri fyritøkum frá húsagangi, siga tey.

Tey halda at hetta kann gerast við at myndugleikarnir skipa mannagongdir, tilmæli og ráðgeving, sum leggja upp fyri, at alsamt fleiri verða koppsett.

– Legga myndugleikarnir ikki upp fyri, at tað kann bera til at skipa seg øðrvísi, so hvørt sum fólk verða koppsett, er vandi fyri, at undirtøkan, og virðingin, fyri almennu tilmælununum verður minni, og tað vil eingin, sigur Arbeiðsgevarafelagð.

 – Seinastu tíðina hevur man ofta hoyrt, at fólk, sum eru liðugt koppsett, ikki eiga at sleppa lættari enn tey, sum ikki eru koppsett, fyrr enn alt samfelagið verður latið upp aftur, siga arbeiðsgevararnir.

– Vónandi vinnur hetta sjónarmiðið ikki frama, tí tað hevði verið vandakós fyri føroyska samfelagið. Vit mugu og skulu fáa gongd á virksemið aftur, so skjótt sum koppsetingarætlanin gevur møguleika fyri tí, leggja tey afturat.

– Eingin ivast í at loyva fólki at flyta inn í nýggjar íbúðir, so hvørt tær eru klárar. Alt annað hevði eisini verið púra burturvið. Hevði onkur hevði dittað sær at skotið upp, at tey skuldu bíðað við at flutt inn í lidnar íbúðir, til øll, sum høvdu tørv á bústaði, eisini kundu flyta inn, hevði eingin tikið tað í álvara, leggja tey afturat.

– Tað eiga vit heldur ikki at gera, tá vit skulu taka støðu til, hvat tey, sum eru liðugt koppsett, kunnu sleppa. Tey koppsettu eiga sjálvandi at sleppa at gera alt tað, sum verður mett at vera nóg trygt. Antin tað so er at ferðast til og úr Føroyum við lagaligari treytum, ella at savnast á matstovum, og til tiltøk, í størri bólkum enn, sum ikki eru ókoppsett kunnu.

– Politiska skipanin má gera alt fyri at tryggja eina so skjóta og trygga upplating, eisini, hóast tað hevur við sær, at nøkur sleppa at gera okkurt, sum onnur ikki sleppa í eitt avmarkað tíðarskeið.

Málið er, at allir føroyingar eru koppsettir í summar, og so leingi mugu vit góðtaka, at lívið kann verða lættari hjá teimum koppsettu enn tað er hjá teimum, sum ikki eru koppsett, siga arbeiðsgevararnir.