Gev ferðafólki umbering at nýta pengarnar

Ferðafólk mugu leggja meiri pengar eftir seg, so vit mugu geva teimum okkurt at brúka pengar uppá, sigur Guðrið Højgaard, stjóri í Visit Faroe Islands.

 

Ein týdningarmikil partur av mentanarvikuni er vinnukvøldið, sum skipað verður fyri í Eydnuni á Oyrarbakka. Heðin Zachariasen, borgarstjóri, fegnast um hetta afturvendandi tiltakið, og fegnast um, at evnið í ár verður ferðavinnan.

 

- Vit plaga at siga, at ferðafólk í Føroyum vitja antin Saksun, Gjógv ella Tjørnuvík. Øll hesi trý støðini liggja í Sunda kommunu. Ferðavinnan er ein vaksandi vinna í Føroyum, og vit í Sunda kommunu vilja gjarna vera við, har tað hendir, sigur borgarstjórin.

 

Undir heitinum Ferðavinnan – vinnumøguleiki, fara Guðrið Højgaard, stóri á Visit Faroe Islands, Eirik Suni Danielsen, eigari av Gjáargarði, og Magni Arge, fyrrverandi stjóri á Atlantsflog, at hava framløgur um møguleikarnar fyri ferðavinnu í kommununi.

 

Guðrið Højgaard er bjartskygd.

 

- Tað eru heilt víst stórir møguleikar fyri ferðavinnuna í Sunda kommunu. Fleiri av okkara kendastu støðum liggja jú í økinum, so sum Saksun, Gjógv og Tjørnuvík. Umframt at vera sera náttúruvøkur, liggja tey væl fyri. Tey liggja mitt í landinum, so teinurin at ferðast er stuttur, líkamikið hvar tú gistir, peikar Guðrið Højgaard á.

 

Avbjóðingin hjá Sunda kommunu er tann sama, sum nógva aðrastaðni í landinum, at ferðafólkini leggja ov lítið eftir seg. Guðrið Højgaard heldur, at tað ræður um, at geva ferðafólkum møguleikan at brúka pengar, og vísir á, at ferðafólkini hóast alt leggja 400 milliónir krónur eftir seg í Føroyum.

 

- Men um vit hugsa um Sunda kommunu, hvar skulu ferðafólkini nýta pengar? Eingin handil er í Saksun, eingin í Tjørnuvík og tann við Gjógv er sjáldan opin. Vit mugu geva ferðafólkunum møguleikan at brúka pengarnar, sigur Guðrið Højgaard.

 

Guðrið Højgaard sigur, at tað er ymiskt, hvussu nógv ferðafólk leggja eftir seg í Føroyum. Tey, sum koma við cruise-skipum leggja ofta lítið eftir seg, men tey, sum gista í Føroyum eru ofta sinnaði at brúka pengar.

 

- Tað eru sjálvandi gistingarplássini, ið fáa mest burtur úr, og harnæst matstovurnar. Men í Sunda kommunu fært tú næstan ikki keypt ein kaffimunn, um vit síggja brtur frá Gjáargarði. Vit mugu troyta ferðavinnumøguleikarnar betur, sigur hon.

 

- Vit mugu finna okkurt føroyskt, okkurt autentiskt at bjóða ferðafólkunum. Tað kann vera ein uppliving, ein túrur, ein søga. Tað nýtist ikki vera okkurt, ið kann keypast í einum handli, sigur Guðrið Højgaard.

 

Framløgurnar verða í Eydnuni á Oyrarbakka, mánadagin 15. septembur klokkan 19:00.