Tey við parkinson skulu ansa eftir

Tað eru fleiri sjúklingabólkar, ið eru í einum serligum vandabólki, nú koronasmittan ger um seg. Tey við parkinson eru ein bólkur, og nú mælir Parkinsonfelagið sínum limum at ansa sera væl eftir

Ein partur av limum okkara eru millum tey elstu í samfelagnum samstundis sum tey hava parkinson, ið er ein kronisk sjúka. Tí eru hesi í vandabólki, sum merkir at verða hesi smitta við koronavirus kann roknast við at hesi fáa verri sjúkutekin (symptomir) enn miðal frísk fólk fáa, skrivar Parkinsonfelagið.

– Eftir tilmæli frá heilsumynduleikunum mæla vit tí til, at eldri fólk við parkinson ikki luttaka í almennum tiltøkum. Eldri fólk við parkinson verður mælt frá at luttaka í skipaðum venjingarbólkum og øðrum líknandi tiltøkum, skrivar felagið.

Av ótta fyri smittuvanda hevur Parkinsonfelagið, sum áður lýst, avgjørt at útseta aðalfundin, sum skuldi verða leygardagin 21. mars. Felagið hevur ikki ásett, nær aðalfundurin verður hildin.

Tað er eingin orsøk at halda, at fólk við parkinson annars eru meira útsett fyri koronavirus enn onnur fólk. Tí eru ráðini, sum heilsumyndugleikarnir í Føroyum mæla fólki til at fylgja, eisini galdandi fyri fólk við parkinson.