Tey vunnu kappingina um at gera tunlarnar Norður um Fjall

Trý tilboð komu inn og tað var nokk so stórur munur á teimum

Tað var byggifelagið, Articon, sum vann kappininga um at gera tunlarnar Norður um Fjall. Trý tilboð komu inn, og tey vórðu latin upp nú á miðdegi og ætlanin er at fara undir sjálvt arbeiðið í summar

Articon bjóðar sær til at gera arbeiðið fyri slakar 373,8 milliónir, J&K Petersen kann gera tunlarnar fyri slakar 392,2 milliónir og NCC skal hava nakað væl meiri, ella slakar 458,4, fyri arbeiðið.

Landsverk sigur, at hesin parturin av arbeiðnum varð mettur at kosta einar 400 milliónir, so tvey av tilboðunum vóru undir tað og tað eina var so væl dýrari, men nú fer Landsverk at kanna tilboðini gjølligari.

Tilsamans kosta tunlarnar 522 milliónir, við øllum.