Thor Offshore byggir nýggjan skrivstovubygning

Fiskivinnu- og frálandafelagið í Hósvík, Thor Offshore, byggir stásiligan skrivstovubygning í Havn.

THOR Offshore í Hósvík fer at byggja nýggjan, nýmótans skrivstovubygning á Óðinshædd í Havn. Bygningurin verður bygdur í tveimum hæddum. Bygningurin verður bygdur eystan fyri Vinnuhúsið við útsýni yvir allan Nólsoyarfjørð, Tangafjørð og inn á Skálafjørðin.

Líkt er ikki til, at Thor Offshore ætlar sær at flyta til Havnar, tí felagið hevur lýst skrivstovubygning til leigu.

##med2##

Í lýsingini verður sagt, at leigumálið er í niðaru hæddini, sum hevur alskyns hentleikar til skrivstovuvirksemi, sum t.d. fundarhølir, servararúm, skrivstovur og kantinur. Sera góð parkeringsviðurskiftir eru eisini á økinum.

– Er talan um eitt leigumál, so er nettofermetratalið á leigumálinum 428 m², við plássi til uml. 28 starvsfólk. Er talan um tvey leigumál, so er tað minna 171 m² við plássi til 12 starvsfólk, og tað størra 257 m², við plássi til 16 starvsfólk.

##med3##

Tað eru Arkitektar 99, sum tekna, og bygningurin verður eftir ætlan liðugur og avhendaður í desember 2021.