Thorleifsson gevst í B36

Heimasíðan hjá B36 skrivar, at HanusThorleifsson ikki longur er partur av hópinum. Miðvallarin og leiðslan eru av ymsum orsøkum samd um at enda samstarvið.

HanusThorleifsson skifti til B36 frá Skála undan kappingarbyrjan í 2006. Hann hevur verið millum stuðulsleikararnar síðan, men nú skal hann finna nýtt felag. Og tað er møguligt, tí flytingarvindeygað lat upp í farnu viku.