Thorshavn ger túr út í Stóru Dímun

- Við í serprísinum er góða suppan hjá Jóannesi Eidesgaard, eins og te, kaffi og ivaleyst okkurt annað gott eisini, siga fyrireikararnir.

Stóra Dímun er ein "once in a lifetime" uppliving, og bóndin gleðir seg at fáa vitjan í morgin.

Stóra Dímun er ein "once in a lifetime" uppliving, og bóndin gleðir seg at fáa vitjan í morgin.

 

Í morgin, leygardagin 10. august, ger Thorshavn túr út í Stóru Dímun.

Fyrireikararnir siga, at farið verður úr Hvalba klokkan 10, og skip og ferðafólk væntast aftur í Hvalba umleið klokkan 16.

Summarfrítíðin er farin at halla, og hetta er ein góður møguleiki hjá foreldrum, sum eiga skúlabørn, at fáa hesa serstøku uppliving.

Sum skilst á fyrireikarunum, verður túrurin hesaferð gjørdur fyri serprís, bæði fyri børn og vaksin, og tilmeldingar kunnu gerast á thorshavn(at)mail.fo.

- Við í prísinum er góða suppan hjá Jóannesi Eidesgaard, eins og te, kaffi og ivaleyst okkurt annað gott eisini.

##med2##

Fyrireikararnir vísa á, at Stóra Dímun er ein "once in a lifetime" uppliving, og bóndin gleðir seg at fáa vitjan í morgin, eins og hann helst eigur okkurt undir tonna eisini.

- Túrurin út í Stóru Dímun passar eisini til ferðaætlanina hjá Smyrli úr Havn í morgin, har loyst verður klokkan 07 og heim aftur klokkan 18.30, leggja fyrireikararnir aftrat.

 

 

 

Stóra Dímun er ein "once in a lifetime" uppliving, og bóndin gleðir seg at fáa vitjan í morgin.