- Trupulleikarnir helmaðu ikki í og tað, sum skuldi gerast eitt betri lív, menti seg í staðin til ein marrudreym.

Tí angrar hon skurðviðgerðina móti fiti

Hvørt ár fáa umleið 3000 fólk í Noregi skurðviðgerð móti fiti. Meðan tvey av hvørjum trimum fáa eitt betri lív, angra mong, at tey lótu seg skurðviðgera.

 

- Trupulleikarnir helmaðu ikki í og tað, sum skuldi gerast eitt betri lív, menti seg í staðin til ein marrudreym.

 

Í einari íbúð á Stord í Noregi býr Janne Elisabeth Larssen. Hon er ein kløn kvinna í byrjanini av 30-árunum. Áður vigaði hon nógv, 149 kilo, tá vektin var mest. Hennara hægsta ynski var at gerast við barn, men tað kundi hon ikki við einari slíkari vekt. Skuldi hon gerast við barn og føða, mátti hon viga minni.

Hon gjørdi av, at hon skuldi skurðviðgerast móti fiti. Tað eru skjótt 10 ár síðan, at hon fór í holt við at kanna møguleikarnar. Skurðviðgerðina fekk hon í 2013, og sjálv viðgerðin gekk eftir ætlan. Eftir einum ári vigaði hon 90 kilo minni, enn hon hevði gjørt, tá hon vigaði mest.

- Tað er ræðandi, at tú kanst tapa teg so nógv eftir einum ári, heldur hon. Tað skuldi heldur ikki ganga long tíð, áðrenn hon fann út av, at okkurt var spinnandi galið. - Eg væntaði hetta ikki - og eg væntaði ikki, at eg skuldi noyðast at liva við sondu-mati restina av mínum lívi. Læknar siga seg ikki vita, um hetta verður neyðugt, sigur hon.

Sjey ár eftir skurðviðgerðina móti fiti hevur hon framvegis fylgdarsjúkur. Longu dagin eftir viðgerðina, gjørdist hon ógvuliga sjúk.

- Eg hevði ringa magapínu, tá eg kom heim. Eg orkaði ikki at síggja mat. Eg kláraði ikki at royna eina suppu, og eg kláraði ikki at drekka. Trupulleikarnir helmaðu ikki í og tað, sum skuldi gerast eitt betri lív, menti seg í staðin til ein marrudreym.

Í 2015 misti Janne Elisabeth Larssen vitið í sjúkrabilinum á veg ti Haugesund.

Við innvortis bløðingum varð hon løgd í koma. Árini síðan hevur hon ligið nógv á sjúkrahúsi, og hon hevur fingið eina røð av skurðviðgerðum. - Hetta hevur verið strævið. Eg havi ikki kunnað arbeitt, tí likamið hevur sett seg upp ímóti. Mær dámar ikki at vera einsamøll, um eg skuldi fallið í óvit. Viðhvørt spýggi eg, og alt hetta merkir gerandisdagin í stóran mun.

Eftir umleið einum ári funnu læknarnir út av, at likamið tók ikki ímóti føðslu. - Eg angri, at eg læt meg skurðviðgera. Eg føli, at eg havi mist nógv hesi sjey árini. Tískil hevði eg virkuliga viljað, at eg ongantíð hevði havt tikið av hesi skurðviðgerð, sigur hon.

Jorunn Sandvik er yvirlækni á sjúkrahúsinum í Ålesund, og hon granskar eisini í fiti á St. Olavs sjúkrahúsi í Tróndheimi. Hon hevur fylgt 644 sjúklingum yvir eina longri tíð, sum hava latið seg skurðviðgera móti fiti. Hon hevur eisini skrivað eina røð av greinum, sum eru partur av einari doktararitgerð um evnið.

- Tveir triðingar av teimum, hava havt latið seg skurðviðgera móti fiti, siga, at tey hava tað betri í allar mátar. Hinvegin hevur ein triðingur ikki fingið betri heilsu - og summi hava fingið eina verri heilsu, sigur hon við Tv2.no.

Jorunn Sandvik heldur, at støðan hjá summum sjúklingum eftir skurðviðgerðina hevur nakað við vónirnar, tey høvdu frammanundan viðgerðini, at gera. - Fleiri síggja ivaleyst, at tey kanska kundu havt eitt gott lív uttan skurðviðgerðina, sigur fitigranskarin.

- Nøkur hava upplivað, at plágurnar eftir skurðviðgerðina gjørdust fleiri enn vinningurin við at tapa seg í vekt. Onkur kann hava hugsað, at "... bara eg gerist lættari, so gerist eg eisini eydnuríkari...", men so vísir tað seg kortini at vera krevjandi at vera skurðviðgjørdur móti fiti, tí fólk noyðast at broyta lívstíl undir øllum støðum, sigur fitigranskarin

Rune Sandø, sum er útbúgvin kokkur, er ein av teimum, sum fegnast um sína skurðviðgerð móti fiti. Tá hann vigaði mest, vigaði hann næstan 200 kilo. Eftir væleydnaðu skurðviðgerðina vigar hann nú 85 kilo minni, enn hann gjørdi. - Hetta er ein sólskinssøga. Eg át og át og át - át, tá eg var glaður og át, tá eg var keddur. Matur var ein ógvuliga stórur partur av mínum lívi, sigur hann.

Hann vísir á, at vektin, sum hann hevur mist síðan skurðviðgerðina, svarar til eitt heilt menniskja. - Hjá mær stóð tað um lív, og skurðviðgerðin bjargaði mær, sigur Rune Sandø við Tv2.no.

 

 

- Trupulleikarnir helmaðu ikki í og tað, sum skuldi gerast eitt betri lív, menti seg í staðin til ein marrudreym.