Tí doyggja fleiri menn av korona

Granskarar halda, at eistini á monnum gera, at menn kunnu gerast harðari raktir av korona enn kvinnur.

 

 

- Vandi er fyri, at covid-19 kann hópast upp í eistunum hjá monnum, halda granskarar.

- Vandi er fyri, at covid-19 kann hópast upp í eistunum hjá monnum, halda granskarar.

 

Fleiri kanningar vísa, at eistini á monnum eru full av kveikinum - ella enzyminum - sum korona-virusið brúkar fyri at treingja inn í kyknurnar. Í USA verður nú roynt at viðgera menn, sum gerast sjúkir við covid-19, við kynshormonum hjá kvinnum, nevniliga østrogeni.

Sambært norska kringvarpinum - NRK - sum endurgevur útlendskar keldur, hava granskarar ikki nøkur greið svar sum kunnu siga, hví fleiri menn enn kvinnur gerast álvarsliga sjúkir av korona. 

Tøl úr Spania og Italia vísa, at 61 prosent av teimum, sum eru deyð av korona-smittu, vóru menn. Eisini í New York, sum hevur verið hart raktur av covid-19, vísa tøl, at nógv fleiri menn enn kvinnur eru deyð av sjúkuni.

Í einari kanning frá apríl í ár fortelja granskarar í New York og Mumbai um, hvussu tey hava kannað sjúkugongdina hjá 68 covid-19 sjúklingum í India. Endamálið var at finna út av, um sjúkan háttar sær ymiskt hjá ávikavist monnum og kvinnum.

Tað, sum rópt verður enzym 2 (ACE2), finst í ymiskum gøgnum í likaminum hjá menniskjum, eitt nú í lungunum, nýrunum, hjarta og tarmum. Men, hjá monnum er nøgdin av blóðtrýststillandi enzymum - ella kveiki - rættiliga stór í eistunum.

Granskarar halda nevniliga, at korona-virusið brúkar enzym 2 (ACE2) sum eitt inngangsportur til kyknurnar.

Tá eistini ikki eru knýtt at immunverjuni, halda granskarar, at korona-virusið kann dyngjast saman her longri enn annars í likaminum. Tískil er vandi eisini fyri, at covid-19 kann hópast upp í eistunum.

- Hetta kann leingja um sjúkugongdina og soleiðis gera, at menn, sum gerast smittaðir við covid-19, kunnu gerast verri fyri enn kvinnur, veit NRK at siga í kvøld.

 

 

- Vandi er fyri, at covid-19 kann hópast upp í eistunum hjá monnum, halda granskarar.