Tí er krypto-sporing næstan ómøgulig

Í einari roynd av geva altjóða løgreglu møguleikan at avdúka móttakaran, flutti Tom Hagen fleiri miljónir í kryptovaluta av skrivstovuni hjá norsku kriminalløgregluni eina ávísa klokkutíð.

Eingin veit við vissu at siga, um ríkmanskonan er livandi ella deyð.

Eingin veit við vissu at siga, um ríkmanskonan er livandi ella deyð.

 

Á einari ávísari teldu, eina ávísa klokkutíð og í einum ávísum rúmi hjá Kripos í Oslo flutti tann nú drápsskuldsetti norski miljarderurin, 70 ára gamli Tom Hagen, miljónir til hugsandi mótpartin í juli mánaði í 2019. Talan var um einar 10 miljónir norskar krónur í kryptovaluta'ini monero. 

Mánaðin frammanundan hevði norska løgreglan sagt, at tey ikki longur halda, at Anne-Elisabeth Hagen er rænd við fíggjarligum endamáli, men at brotsgerðin heldur er eitt væl fyrireikað dráp, ið skal síggja út sum eitt rán av einum menniskja. Hendingin fór fram hin 31. oktober í 2018, tá ríkmanskonan hvarv úr heimi sínum í Lørenskog.

Tað, sum norska løgreglan ikki segði, tá Tom Hagen flutti miljónirnar, var, at miljarderurin longu sjálvur var undir illgruna fyri at hava ein leiklut í, at kona hansara var horvin - og helst dripin. Kortini legði løgreglan flytingina soleiðis til rættis, at Tom Hagen kundi flyta loysipengarnar til hugsandi mótpartin.

Stutt frammanundan hevði mótparturin latið hoyra frá sær og hevði kravt hesa upphædd, um familjan skuldi fáa eitt lívtekin frá Anne-Elisabeth Hagen, sum tá hevði verið burtur í einar átta mánaðir - uttan eitt einasta lívstekin.

Tá hevði mótparturin eisini sagt, at ríkmanskonan framvegis var á lívi, og at tey vildu lata hana geva frá sær lívstekin, um tey fingu pengarnar. Men, pengarnir vórðu fluttir, og enn tann dag í dag er einki lívstekin komið. Tískil veit heldur eingin, hvar ríkmanskonan er, og ei heldur veit nakar við vissu, hvat er hent henni - antin hon er livandi ella deyð. 

Norska Dagbladet kundi herfyri bera søguna um, tá miljónir hjá miljarderinum vórðu fluttar, og at ein roynd í hesum sambandi varð gjørd fyri at avdúka, hvør móttakarin av pengunum var. Dagbladet visti at siga, at løgregla úr øllum heiminum fylgdi neyvt við flytingini, og tískil varð neyðugt, at flytingin varð framd ein ávísa klokkutíð.

Við hesum fingu tungvektarar innan altjóða løgreglu um allan heim eina sjáldsama og avbjóðandi uppgávu.

Ein orsøkin til, at so stórur dentur varð lagdur á at fylgja flytingini, sigur Dagbladet vera, at kryptovaluta er ein veksandi partur í kriminellum atgerðum kring heimin. Blaðið veit ikki ítøkiliga at siga, hvat neyva úrslitið av ætlaðu sporingini gjørdist, men sambært serfrøðingum í kryptovaluta og tøknini aftan fyri hesa skipan, er tað næstan "ómøguligt" at spora eina slíka flyting.

Roman Vitenberg er professari í teldufrøði við Universitetið í Oslo, og hann veit, hvør munurin er á kryptovaluta-kontum og vanligum bankakontum.

- Tá tú letur upp eina konto í banka, prógvar tú tín samleika, og viðhvørt kanst tú brúka fingramerki og aðrar persónligar upplýsingar, sum ger tað møguligt hjá bankanum at eyðmerkja teg - eisini seinni, um tað skal verða. Men, hetta finst ikki í kryptovaluta, sigur professarin.

Hann vísir á, at í staðin eigur tú at ímynda tær, at tú fært eina kontu uttan at vísa nakað slag av samleika-skjølum ella aðrar upplýsingar, sum skilja teg frá øðrum. Bankin gevur tær tveir ”lyklar” til kontuna. Hin eini lykilin er privatur, og hann brúkar tú, um tú skalt taka penging av kontuni. Hin lykilin er almennur, og hann kanst tú geva øðrum, soleiðis at tey kunnu flyta pening á kontuna.

Professarin vísir á, at peningurin verður á einari digitalari lummabók, sum bert tú hevur atgongd til við tínum privata lykli. – Hetta er tað einasta, sum bankin veit um teg, og tískil kann bankin heldur ikki avdúka, hvørt tú ert, sigur Roman Vitenberg, professari í teldufrøði.

Hann leggur aftrat, at hann ikki veit, hvussu ítøkiliga flytingin hjá Tom Hagen er framd, men sigur, at krypto-flytingar ikki fara fram í einum, men í fleiri stigum. – Tað er heldur ikki einfalt at finna fram til, hvør tekur pengarnar út, tí tað kann henda, nær tað skal verða, og hvar tað skal verða, sigur Roman Vitenberg.

Men, henda skipan hevur eisini veikleikar fyri tann, sum eigur kontuna. Missir tú privata lykilin burtur, hevur tú ongan møguleika at fáa atgongd til pengarnar. Hevur tú hinvegin pengarnar í einum banka, kanst tú altíð fara í bankan. – Tú kanst missa eina teldu; hon kann stjalast ella hakkast, og hon kann oyðileggjast, sigur professarin í teldufrøði.

Eingin veit við vissu at siga, um ríkmanskonan er livandi ella deyð.