Tí skuldi klokkan flytast aftur í nátt

Í nátt skuldi klokkan aftur flytast til vetrartíð við at flyta klokkuna ein tíma aftur – um hon ikki sjálv megnar tað.

Lesið her um, hví vit aftur skulu venja okkum við broyting í samdøgurrútmuni:

– Hvørt heyst verður klokkan flutt ein tím aaftur, so vit koma avur til vanliga tíð – eisini nevnd vetrartíð – eftir sjey mánaðir við summartíð.

– Tann formliga lýsingin fyri tíðina um um veturin er normaltíð UTC. Tað sum fyrr varð nevnt Greenwich Mean Time - GMT.

– Summartíð varir í sjey mánaðir frá síðsta sunnudegi í mars til síðsta sunnudag í oktober.

– Um heystið skal klokkan flytast ein tíma aftur til »vanliga tíð« frá klokkan 02 til klokkan 01

– Um várið skal klokkan flytast ein tíma fram frá klokkan 02 tilklokkan 03. Tað »kostar« altso ein tíma.

– Sum ein avleiðing av at flyta klokkuna, verður tað um heystið ljósari, tá vit fara til arbeiðis mánamorgun, í mun til somu tíð vikuna frammanundan.

– Summartíð var fyrstu ferð sett í gildi í Eysturríki og Týsklandi í 1916 fyri at spara orku og harvið olju, sum skortaði vegna Fyrra Veraldarbardaga.

– Fleiri lond – eitt nú Danmark – gjørdu somuleiðis 21. mai sama ár.

– Í Føroyum varð farið yvir til summartíð við støði í "Løgtingslóg nr. 66 frá 21. mai 1980 um summartíð". Neyvari verður ásett í kunngerðum. Fyrstu árini varð flutt til summartíð seinast í apríl og aftur til vetrartíð (vanliga tíð) seinast í september.

– Síðan 1996 hava vit flutt til summartíð samstundis sum ES-londini, frá seinasta sunnudegi í mars til seinasta sunnudag í oktober. Umleið 70 lond hava skipanina við summartíð.

– Reglurnar um summartíð eru ásettar í einum ES-fyriskipan.

– Í 2018 varð skotið upp í ES at avtaka skipanina við at flyta klokkuna aftur og fram.

– Í eini internetkanning svaraðu 4,6 milliónir ES borgarar, at tey flestu stuðlaðu uppskotinum. 84 prosent søgdu ja.

– Evropatingið atkvøddi eisinin fyri málinum at gera summartíð til fortíð eftir 2021.

– Averandi samráðingarnar kunnu tó ikki fara í gongd, fyrr enn einstøku ES-londini hava tikið støðu til uppskotið. Og har hevur ikki ferið fullur stuðul.