Tí sleppur Tjóðveldi ikki í samgongu aftur

Hvørki Javnaðarflokkurin, ella aðrir flokkar, fara at góðtaka kravið frá Tjóðveldi, sigur Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður

Treytin fyri, at Javnaðarflokkurin aftur kann fara í samgongu við Tjóðveldi, er, at Tjóðveldið tekur kravið um loysing frá Danmark í næsta valskeiði, av skránni.

Tað sigur Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður í grein í Sosialinum í dag.

Tað sigur, hann eftir at politikarar úr Tjóðveldi hava boðað frá, at kemur Tjóðveldi í samráðingar um samgongu eftir løgtingsvalið seinni í summar, skal tað verða ein partur av samráðingunum, at vit faa eina leist fyri, hvussu vit loysa frá Danmark.

Samstundis varð tað samtykt á flokstingi í Hovi í apríl, at »Tjóðveldi fer tí til løgtingsval við kravi um, at loysingin nú skal fremjast í verki.«

Men Sjúrður Skaale ger greitt, at tað verður ikki við Javnaðarflokkinum, tí hann sigur, at skulu Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi í samgongu eftir valið, verður tað eitt krav, at Tjóðveldi sleppur ætlanini um loysing í valskeiðnum.

– Skal kósin setast ímóti loysing innan fýra ár, verður politiskt borgarakríggj í landinum. Øll orka fer til stríðið ímillum loysing og samband, og tað, sum hevur týdning fyri gerandisdagin hjá fólki, verður lagt til viks, sigur Sjúrður Skaale í Sosialinum.

Hann sigur, at Tjóðveldi veit, at hetta fer Javnaðarflokkurin aldrin at góðtaka og tí er hetta í roynd og veru tað sama sum at siga verandi samgongu upp.

Hann sigur, at hetta fara aðrir flokkar heldur ikki at góðtaka, og tí er hetta kravið frá Tjóðveldi tað sama sum at útihýsa møguleikanum hjá flokkinum fyri at sleppa í samgongu.

– Gongur Tjóðveldi ikki í seg sjálvt og broytir kós fram til løgtingsvalið, henda trý ting við vissu: Verandi samgonga kann ikki halda fram. Sambandið fær eina rúgvu av atkvøðum. Og Tjóðveldi minkar og endar í andstøðu, sigur Sjúrður Skaale.

Leggjast kann afturat, at frammanundan hevur Javnaðarflokkurin eisini útihýst møguleikanum fyri, at fara í samgongu við Fólkaflokkin við tí politikki hann nú førir, so nú fara møguleikarnir hjá Javnaðarflokkinum fyri at koma í samgongu, eisini at fækkast.

Les meiri um hetta í Sosialinum í dag.