Tí stilli eg upp til býráðsvalið

Tá eg havi valt at stilla upp til komandi býráðsval, so er tað tí, at eg fegin vil sleppa at gera ein veruligan mun og at bøta um nøkur viðurskifti í kommununi. Hóast nógv er væl skipað, so er kortini nógv at tríva í. Her hugsi eg einamest um viðurskiftini hjá serliga teimum veiku og útsettu bólkunum í okkara kommunu.http://umsiting.in.fo/

Sum mamma at fimm børnum og sum nýútbúgvin sjúkrarøktarfrøðingur, har eg dagliga arbeiði innan eldrøkið, so er tað sjálvandi natúrligt, at tað eisini eru viðurskiftini hjá teimum eldru og hjá børnunum, sum eru míni serligu hjartamál.

Onkur klókur hevur einaferð sagt, at skal ein døma eftir, hvussu gott eitt samfelag er, so er at hyggja eftir, hvussu samfelagið tekur sær av av teimum veiku og sárbaru bólkunum. Tí er tað rættiliga upplagt at spyrja, um t.d. okkara eldraøki fær tað plássið í politisku raðfestingini, sum tað eigur at hava. Mítt ynski er hetta:

Meira lívskvalitet inn á røktarheimini

Eldraøkið er ábyrgdarøkið hjá kommununum, og tí eru tað eisini kommunurnar, sum gera av, á hvørjum støði tænastan skal vera. Eldraøkið her í Tórshavnar kommunu er skipað við nøkrum framúr góðum røktarheimum. Sum borgari og sum starvsfólk so haldi eg so avgjørt, at fysisku karmarnir eru framúr góðir, og grundleggjandi tænsturnar inni á gólvinum eru eisini góðar, hóast tær seta stór krøv til starvsfólkini, tí hendurnar eru ov fáar.

Mítt ynski er, at eldraøkið skal styrkjast uppaftur meira, so vit fáa meira lívskvalitet til búfólkini. Eitt er, at grundleggjandi røktin er í lagi, men hugsa vit um okkara egna lív, so seta vit so nógv størri krøv enn bara røkt. Vit eru ikki nøgd við bert at fáa mat á borðið og persónliga røkt, men vit vilja hava lívsinnihald, avbjóðingar, upplivingar og lívskvalitet.Og okkara búfólk eru jú von við alt hetta, so leingi tey vóru virkin á arbeiðsmarknaðinum. Tí er tað ikki rætt, at alt hetta steðgar frá einum degi til ein annan, og at einki kemur í staðin. Sjálvandi kann sama aktiva tilveran ikki halda fram óbroytt, tá tey flyta inn á eitt røktarheim, men heilt at stegða og bert fáast við røkt, er heldur ikki rætt.

Hetta kann eitt býráð sum okkara gera nakað við.

Starvsfólkini gera eitt ótrúliga gott arbeiði, men tey hava eisini eitt brennandi ynski um at sleppa at gera uppaftur meira fyri trivnaðin og innihaldið hjá búfólkunum, tí tey síggja betur enn onnur, hvussu tey eldru livna upp, tá okkurt annað enn tað vanliga stendur teimum í boði. Tey kundu kanska hugsað sær at farið ein túr við einum búfólki ein góðveðursdag, ella kanska ein biltúr. Tey kundu hugsað sær at givið teimum nakrar góðar upplivingar, sum gav gerandisdegnum eina fyllu og eitt innihald. Røktin og at matskaffa teimum tekur nú ikki allar tímarnar av degnum, og tí eru so nógvir aðrir tímar, har búfólkini fáa ov lítlan stimbur og kvalitet. Eg veit væl, at tað er ymiskt, hvussu búfólkini eru fyri, men her hugsi eg serliga um tey, sum hava førleikar og evni til nakrar avbjóðingar.

Hetta kunnu vit í Tórshavnar kommunu gera nakað við. Her kunnu vit ganga á odda við avbjóðandi og spennandi innihaldi á okkara røktarheimum. Tí mugu vit fáa gjørt neyðugu raðfestingarnar, soleiðis at krónurnar veruliga koma búfólkunum til góðar. Vit mugu geva teimum meira lívskvalitet, og tað gera vit best við at fáa fleiri heitar hendur inni á gólvinum - stutt sagt: hægri normeringar á røktarheimunum.

Hetta er eitt av málunum, eg vil arbeiða fyri, um eg verði vald inn í býráðið.

 

Birita B. Iversen, valevni fyri Javnaðarflokkin