Tíð til hugdýpan nú korona herjar

52 ára gamla listakvinnan Maria Mørkøre hevur í mong ár havt skeiðsvirksemi og undirvísing í tekning og máling fyri børnum og vaksnum. Nú landið er farið niður í ferð, og tey flestu í størstan mun halda frástøðu frá hvørjum øðrum, er einki skeið á skránni, og hon hevur tí fyri fyrstu ferð roynt tað, sum hon ofta hevur ætlað: at hava tekni- og máliskeið á netinum

Tað fylgir eisini nakað positivt við hesum, sum nú hendir í alheimssamfelagnum. Vit fáa tíð til hugdýpan og harvið at fordjúpa okkum í onkrum, sum vit hava hug til at gera.

– Tað skal okkurt líknandi til, at fáa okkum at  steðga á og hugsavna tankarnar. Hetta er ein gyltur møguleiki, sigur listakvinnan Maria Mørkøre, sum valdi at nýta høvið hesa tíðina samfelagið er farið niður í ferð at bjóða undirvísing í tekning og máling á netinum.

Hon boðaði frá á Facebook, at hon fór at hava eitt skeið, og eftir einum tíma var fult teknað, fleiri standi á bíðilista, og hon hevur eisini fingið fleiri fyrispurningar um at byrjar eitt online skeið til børn.

– Eitt slíkt skeið tekur fokusið hjá okkum burtur frá koronasmittuni eina løtu, og tað kann minka um óttan, sum fleiri hava viðvíkjandi hesi smittuni. So skjótt, sum tú gert okkurt annað enn at lesa tíðindi um korona, flytur tað fokus. Eisini var hetta ein gyltur møguleiki til at at fara í gongd við okkurt skapandi, sigur Maria Mørkøre.

Hon leggur aftrat, at í hesum koronadøgum eru skeið á netinum ein gyltur møguleiki hjá fleiri at fordjúpa seg í tí, sum tey hava áhuga í, og hon umhugsar ikki bert at undirvísa á netinum men eisini at luttaka á onkrum skeiði sjálv.

 

Les alla samføðuna við Mariu Mørkøre í Vikuskifits Sosialinum. Í blaðnum er stórt tema um korona frá fleiri ymiskum vinklum. Sosialurin er at fáa í sølubúðum kring landið ella í talgildari útgávu her