Flamma í uppskoti til tvær heiðurslønir

Føroyska poptrioin Flamma er í uppskoti til tvær heiðsurslønir við Scandipop Awards, ið heiðra bestu norðurlendsku poppnøvnunum.

Einasta føroyska íkastið til listan er Flamma, men her er eisini talan um tvær stórar heiðurslønir, ið Malan Eyðunsdóttir, Ann Chanett Danielsen og Laila Carlsen eru innstillaðar til.

Sjálvnevnda fløgan hjá Flammu er í uppskotið til heiðurin sum besta debutfløga og til heiðurin sum besta fløga hjá einum bólki.

Afturat hesum, luttekur Flamma í einari atkvøðugreiðslu, har lesarar hjá Scandipop velja millum øll tey innstillaðu til eina serliga áskoðaraheiðursløn.

Man kann atkvøða umvegis Twitter við at tweeta:

I would like to vote for ******** in the 2014 @scandipop awards www.scandipop.co.uk/the-2014-scandipop-awards-the-nominations/