Seta segl til Klaksvíkar

Ein sjómannadagur uttan hábærsligu træseglskipini er neyvan nakar veruligur sjómannadagur.

Leygarmorgunin 22. august klokkan 9 hittast føroysk træseglskip, motor-og útróðrarbátar á Pollinum í Klaksvík og seta segl. Tá skipini stevna inn á vánna í Klaksvík, sigla útróðrarbátar og onnur skip og bátar aftan á seglskipunum inneftir.

 

Seglskipini, sum ætlandi verða Jóhanna, Westward Ho, Norðlýsið, Dragin, Thorshavn og aðrir gamlir motorbátar, leggja til bryggju innast í krókinum við Langukaj í Klaksvík.

 

Fyrireikararnir siga, at um foreldur við børnum ynskja at vera við umborð á onkrum av seglskipunum, tá tey stevna inn á vánna, kunnu tey melda til í deildini hjá Eik í Klaksvík.

 

Í tímunum millum klokkan 11 og 17 leygardagin verður høvi at vitja umborð á sluppirnar, Jóhonnu, Westward Ho og skúlaskipið, Dragan.

 

- Umborð á Jóhonnu verða tveir róðursmenn við stýrisvølin, sum verða ílatnir gomul sjóklæði. Hesir fara at greiða frá, hvussu róðursmaðurin stýrir við stýrisvølinum eftir kumpass, og her verður greitt frá um veður, vind og seglføring.

 

Fyrireikararnir siga, at gamal fiskireiðskapur eisini verður vístur fram umborð á Jóhonnu, og høvi verður hjá vitjandi at kasta snøri.

 

Lagt verður aftrat, at umborð á Westward Ho verða tveir mans ílatnir føroyska húgvu, skipstroyggju, stivlar/ tuflur og vøttir, og her verður høvi hjá vitjandi eitt nú at sleppa at hála fokkuna ella mesanin upp og niður og ymiskt annað, sum hoyrdi gomlu sluppunum til.

 

Umborð á skúlaskipinum Draganum verður kahúttin rigga um til skúlastovu við øllum tólum og undirvísingartilfari, sum næmingarnir vanliga brúka. Her verður greitt frá, hvussu skúlaskipið verður brúkt gjøgnum árið til undirvísing, og her sleppa vitjandi eisini at heysa okkurt segl upp og niður.

 

- Skipað verður eisini fyri spurnarkappingum fyri børnum umborð á træseglskipunum, og klokkan 15 verður drigið um vinning á stórapalli, siga fyrireikararnir av sjómannadegnum.