Tíðin gongur undan í Hagen-málinum

Hóast ein mánaður gongur skjótt, hevur norska løgreglan ikki slept vónini um, at gátan um horvnu ríkmanskonuna, Anne-Elisabeth Hagen, verður loyst í 2019

 

 

Møguleikarnir at loysa gátuna fyri jól minka so hvørt, sum dagarnir ganga. Tað ásannar kanningarleiðarin, Tommy Brøske, í samrøðu við VG. Fyrr í heyst segði hann annars, at løgreglan hevur sum mál at loysa málið, áðrenn 2019 er umliðið. Kortini ásannaði hann, at óvissan um loysn í málinum er stór.

Men, hvar stendur løgreglan so í hesum máli í løtuni?

- Eins og øll onnur, síggja vit eisini, at tíðin rennur skjótt móti einum nýggjum ári, og tískil gerast eisini møguleikarnir at loysa gátuna um Anne-Elisabeth Hagen, sum hvarv sporleyst úr heimi sínum hin 31. oktober í fjør, minni, sigur Tommy Brøske.

Men, uttan at hugsa um tíðarrammu – hvussu sær so kanningarleiðarin møguleikarnar fyri at kunna loysa málið og fáa reist ákæru móti einum ella fleiri brotsmonnum?

- Vit halda framvegis, at tað er møguligt at loysa málið, og vit hava ikki útilokað, at frambrot verða eisini í tíðini, sum er eftir av 2019. Vit hava gjørt okkara metingar og eftirmetingar, og vit hava lagt eina ætlan fyri komandi vikurnar og mánaðirnar, men við atliti til kanningararbeiðið kann eg ikki siga meira um okkara innanhýsis metingar, sigur Tommy Brøske.

Men, hvat er so eftir at kanna?

- Talan er eitt nú um akfør og spor í umhvørvinum og heiminum, men vit vilja ikki siga meira um tað í løtuni.

Hvat er eftir av taktiskum og tekniskum kanningum?

- Kanningararbeiði er ein dynamisk gongd, og nøkur svar føra til nýggjar tekniskar og taktiskar uppgávur. Tað eru framvegis fleiri uppgávur, vit halda eru viðkomandi fyri eina uppkláring av málinum – uttan, at vit kunnu seta nøkur tøl á, sigur kanningarleiðarin.

VG hevur eisini lagt fyri kanningarleiðaran nøkur ting og sakir, sum hava verið frammi í málinum og hava biðið Tommy Brøske gera sínar viðmerkingar.

Smá blóðspor eftir Anne-Elisabeth Hagen eru funnin í heiminum. Løgreglan hevur sagt, at tað er ikki vist, at hetta hevur nakran serligan týdning, tá ríkmanskonan búði í húsunum.

Hinvegin sigur VG seg vita, at stórt arbeiði er gjørt fyri at finna út av, hvussu blóðsporini møguliga kunnu setast í rættan samanhang – og um hesi kanska stuðla undir ástøðið hjá løgregluni um, at ríkmanskonan hevur verið fyri einar valdsgerð í heiminum.

Men, við atliti til kanningararbeiðið sigur Tommy Brøske seg ikki vilja gera viðmerkingar um møgulig prógv í málinum.

Ymsastaðni í heiminum í Lørenskog hevur løgreglan funnið spor av skóm, og her vísir tað seg, at skógvar av merkinum Sprox í støddini 45 ganga aftur. Hesi spor eru sambært løgregluni helst tey einastu, sum løgreglan ikki dugir at fyrihalda seg til.

Sum skilst á VG, eru annars øll spor, sum eru staðfest í húsunum, eyðmerkt.

- Vit halda framvegis, at sporini av nevndu skóm kunnu hava sín uppruna hjá einum brotsmanni. Hetta siga vit vísandi til okkara kanningar um, hvar sporini eru, og hvussu tey eru sett. 

Tommy Brøske ásannar tó, at hóast løgreglan hevur gjørt nógv fyri at finna út av, hvør eigur hesi spr, hevur enn ikki eydnast at knýta sporini til ein ítøkiligan persón.

- Men, vit eru ikki liðug við hetta arbeiði enn, leggur kanningarleiðarin aftrat.

Tá Anne-Elisabeth Hagen var horvin, og maður hennara kom heim aftur úr arbeiði umleið klokkan 13.30 henda dagin, lá bæði hóttanarbræv og krav um loysigjald í heiminum. Haraftrat lógi fleiri ognarlutir hjá ríkmanskonuni eisini á einum stóli.

Sambært VG eru ognarlutirnir gjølliga kannaðir fyri møguligt DNA og kunnu tí gerast viðkomandi í arbeiðnum at loysa gátuna.

- Persónligu ognarlutirnir eru eitt av fleiri týdningarmiklum sporum, sigur kanningarleiðarin, Tommy Brøske.