Tíðindafundur um Anne-Elisabeth Hagen

- Í morgin fara vit at koma við nýggjum svarum í sentralu spurningunum, sum miðlarnir hava sett, sigur norska løgreglan í dag.

 

 

Anne-Elisabeth Hagen er gift norska miljarderinum, Tom Hagen.

Anne-Elisabeth Hagen er gift norska miljarderinum, Tom Hagen.

 

Í endanum av hesum mánaðinum verða tað átta mánaðir, síðan 69 ára gamla norska ríkmanskonan, Anne-Elisabeth Hagen, hvarv úr heimi sínum í Lørenskog í Noregi, og alla hesa tíð hevur eingin hvørki sæð ella hoyrt nakað til hennara. Hon hevur einki lívstekin givið frá sær. Seinasta, løgreglan veit, er, at hon klokkan 09.14 hin 31. oktober í fjør snakkaði í telefon við onkran í familjuni. Síðan hevur verið fullkomin tøgn.

Tá maður hennara, miljarderurin Tom Hagen, sum hevði verið til arbeiðis henda dagin, kom til hús tíðliga seinnapartin hin 31. oktober, var konan horvin. Norska løgreglan sigur, at í heiminum í Lørenskog lá eitt bræv við kravi um loysigjald - og ein hóttan um, at familjan ikki skuldi blanda løgregluna upp í málið.

Men, maðurin læt ikki hóttanina á sær sita, og minni enn ein tíma eftir, at hann var komin til tómt hús, setti hann seg í samband við løgregluna. Í einar tíggju vikur arbeiddi løgreglan í loyndum við málinum - av ótta fyri, at eitt hvørt fór at henda Anne-Elisabeth Hagen, um møguligu ránararnir funnu út av, at løgreglan var íblandað.

Í dag sigur norska løgreglan, at tey fara at hava eina dagføring um málið í morgin, mikudagin, nú skjótt átta mánaðir eru farnir, síðan ríkmanskonan hvarv. Løgreglan hevur soleiðis bjóðað miðlunum til tíðindafundar. - Vit fara at koma við nýggjum svarum í sentralu spurningunum, sum miðlarnir hava sett, sigur norska løgreglan í dag.

 

 

Anne-Elisabeth Hagen er gift norska miljarderinum, Tom Hagen.