Tíðindaleiðari úr Kringvarpinum skal hjálpa Edmundi

Edmund Joensen, fólkatingsmaður, hevur sett kendan journalist úr Kringvarpinum sum sín nærmasta ráðgeva á Christiansborg.

Liljan Weihe, fyrrverandi tíðindaleiðari í Kringvarpinum, skal hjálpa Edmundi Joensen við fólkatingsarbeiðinum.

##med2##

Tá in.fo í gjár spurdi Edmund Joensen, vildi hann einki siga, tí at avtalurnar vóru ikki komnar upp á pláss. Men in.fo skilir í kvøld, at fólkatingsmaðurin hevur gjørt avtalu við fyrrverandi tíðindaleiðaran í Kringvarpinum, Liljuna Weihe, sum skal vera ráðgevi hansara í Fólkatinginum.

Liljan Weihe er ikki ókend á Christiansborg, tí hon hevur fyrr arbeitt fyri Høgna Hoydal í Norðuratlantsbólkinum í Fólkatinginum.

Umframt royndirnar sum tíðindaleiðari í Kringvarpinum hevur Liljan Weihe eisini royndir sum ráðgevi hjá Høgna Hoydal, fyrrverandi fólkatingsmanni