Nýggjur kirkjugarður í Hoyvík í 2018

Farið verður undir arbeiðið eftir summarferiuna

Um tvey og eitt hálvt ár verður nýggjur kirkjugarður klárur at taka í nýtslu í Hoyvík.

Kirkjugarurðin verður oman fyri sambindingarvegin ímillum Inni á Gøtu og framtíðar innkomuvegin til Tórshavn, sum framhald av Dalinum Langa, áleið har, sum stórfingna ætlanin um Stórutjørn annars skuldi vera.

 

Og Tórshavnar Býráð hevur nú samtykt at fara undir arbeiðið, og tað verður beint eftir summarfrítíðina, at grabbin verður settur í.

Í nógv harrans ár hevur tað hevur eitt ynski frá hoyvíkingumat fáa ein kirkjugarð í Hoyvík, tí teinurin úr Hoyvíkar kirkju, út í kirkjugarðin á Velbastaðvegnum, er drúgvur.

Samstundis er Hoyvík ein býarpartur, sum stendur í stórum vøkstri, so tað er stórur tørvur á at fáa ein kirkjugarð har uppi.

 

Tilsamans er stykkið, sum er sett av til kirkjugarðin, 25.000 fermetrar, men lagt verður fyri í smáum, við at gera 3.500 - 5000 fermetrar í lægdini undir brekkuni, fyri síðan at gera hann størri norðureftir.

Í fyrstu atløgu verður pláss gjørt fyri fyri 320 gravum, umframt parkeringspláss til 72 bilar.

 

Kirkjugarðurin verður 950 metrar í beinari linju frá kirkju og samkomuhúsi í Hoyvík, so hóast siðurin, at fólk eru til gongu, tá ið tey fylgja, er fánaður burtur, fer tað at bera væl til í Hoyvík, sigur býráðið.