Dempað gleði um stórsteypa-hattrickið

(Ljóðsamrøða frá Rás2) Hoyr Atla Gregersen, liðskipara taka samanum stórsteypadystin

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi á Rás2 við liðskiparan hjá Víkingi, aftaná Víkingur hevði vunnið stórsteypið triðja árið á rað.

 

- Høvdu vit tapt hevði eg sagt, at tað ikki hevði so stóran týdning. Nú vit hava vunnið vil eg sjálvandi siga, at hetta er ein góður sigur, segði Atli aftaná stórsteypasigurin.

 

Atli er glaður um eina góða test áðrenn landskappingin fer í gongd, men hann slær fast, at trý stig ímóti Skála sunnudagin eru týdningarmiklari enn at vinna stórsteypið. Atli fegnast eisini um, at Føroya Fólkaháskúla fekk ein fíggjarligan fløva.