Tikin fyri at koyra pirat-koyring í Havn

Løgreglan sigur, at nakrar fráboðanir hava verið um tað í seinastuni

Í nátt varð ein bilførari tikin fyri at koyra pirat-hýruvognskoyring í Havn.

Løgreglan sigur, at tey hava fingið onkrar fráboðanir um pirat-koyring í seinastuni og um fýra tíðina í nátt varð so ein maður tikin.

Talan var um ein hýruvogn av bygd, sum var komin til Havnar at koyra. Bilførarin var skrásettur sum hýruvognur og bilførarin hevði loyvi at koyra hýruvogn.

Men fyri at kunna koyra hýruvogn í Havn, krevst eitt serligt loyvi til tað – eitt hýruvogsloyvi – og tað hevði hesin bilførarin ikki, og sostatt varð hann tikin, og tað fær hann so eina bót fyri.

Tað eru nógv jólaborðhald hesa tíðuna, og tey, sum koyra hýruvogn, serliga í Havn, hava úr at gera um næturnar.

Hýruvognar av bygd kunnu koyra fólk av bygd, til Havnar, og teir kunnu eisini koma til Havnar eftir fólki, og koyra tey úr Havnini, men teir hava ikki loyvi til at koyra hýruvogn innan fyri kommunumark.