Tikin fyri at koyra við kenning

Nakrir bilførarar hava eisini mist nummarpláturnar í nátt

Fyrrapartin í gjár, beint fyri døgverða, varð ein bilførari tikin fyri at koyra við kenning. Løgreglan sigur, at bilurin varð steðgaður í vanliga ferðslueftirlitinum hjá løgregluni og tá ið tey tosaðu við bilførararan fingu tey illgruna um, at hann var ikki edrúvur.

Tískil er hann skuldsettur fyri at koyra við kenning og blóðroynd er tikin av honum.

Annars fekk ein bilførari eisini bót tí at hann ikki sat í trygdarbelti og í morgun hevur løgreglan eisini kannað teir bilarnar, sum koyrdu børn í skúla í Leirvík í morgun, men har var alt, sum tað skuldi vera.

Í nátt hevur løgreglan eisini verið á ferð og tiki nummarplátur av bilum, har bileigarin ikki hevur goldið vegskatt ella trygging, ella kanska ikki er møttur til sýn.

Og tað kostaði trimum bileigarum nummarpláturnar.