Tikin fyri at sigla fullur

Aftur í gjár eru fleiri bilførarar eisini tiknir fyri at koyra ov skjótt

Seinnapartin í gjár varð ein maður tikin fyri at sigla við kenning á Havnarvág. Løgreglan sigur, at fólk ringdu til løgregluna at boða frá at ein maður var farin í bát við kenning, so tá ið hann legði at aftur, stóð løgreglan fyri honum. Løgreglan sigur, at nú er hann skuldsettur fyri at sigla við kenning.

Annars var løgreglan aftur á ferð við ferðmátaranum í gjár. Tey vóru ymsastaðni í Norðurstreymoy og har fingu fýra bilførarar klipp í koyrikortið fyri at koyra ímillum 101 og 105 kilometrar um tíman, har tað annars er loyvt at koyra 80.