Tiltakið kundi havt eitt føroyskt heiti

- Eg havi ongantíð keypt nakað á Black Friday, sigur Ása Dam, sum heldur ikki ætlaði sær at keypa nakað í dag.

 

 

Hvat heldur tú um tiltakið, Black Friday?

- Eg havi sum so onga meining um tað - um tað er gott ella minni gott. Men, eg haldi, at tiltakið kundi havt eitt føroyskt heiti.

Tað sigur Ása Dam, sum vit hava sett nakrar spurningar um Black Friday.

Plagar tú at fara til handils henda dagin?

- Nei, als ikki. Mær dámar best at fara til handils, tá fægst fólk eru til handils.

Kann tað hugsast, at onkur jólagáva verður keypt?

- Nei, ikki henda dagin, men nógvir handlar hava Black Friday tilboð alla vikuna. So, kanska onkur jólagáva verður keypt onkran annan dag í vikuni.

Minnist tú okkurt gott keyp Black Friday?

- Nei, eg havi higartil ongantíð keypt nakað á Black Friday, sigur Ása Dam.