Vánaligasta Barcelona liðið í fleiri ár

Í kvøld rullar Champions League bólturin aftur við einum sonnum braki

Mynd: (EPA) Lionel Messi til venjing á Etihad leikvøllinum í gjár

Mynd: (EPA) Lionel Messi til venjing á Etihad leikvøllinum í gjár

Tvær áttandapartsfinalur verða í Champions league kappingini í kvøld. Í Manchester verður eitt satt brak millum enska Manchester City og katalanska Barcelona. Hin dysturin í kvøld er millum týska Bayer Leverkusen og franska høvðusstaðarfelagið Paris Saint-Germain

 

Vánaligasta Barcelona liðið í fleiri ár

 

José Mourinho, venjari hjá Chelsea, hevur lagt trýst á Manchester City við at siga, at hetta Barcelona liðið er tað vánaligasta liðið í longri tíð. José Mourinho hevur eina søgu í Barcelona og er illa dámdur í felagnum, eftir at hann við Chelsea, Inter Milan og Real Madrid hevur verið í hornatøkum við katalanska stórfelagið.

 

Hann hevur somuleiðis verið í hornatøkum við Manuel Pellegrini, venjara hjá Manchester City. Tí er eitt sindur óvist akkurát hvat José Mourinho vildi við viðmerkingunum, men tær eru so farna kring allan fótbóltsheimin.

 

Sergio Aguero ikki við

 

Manchester City verður uttan argentinska stjørnuáleyparan, Sergio Aguero. Hann er um at blíva klárur eftir skaða, men verður ikki tøkur í kvøld. Hinvegin er óvist um brasilski miðvallarin Fernandinho verður tøkur. Hann hevur víst seg at verið týdningarmikil fyri javnvágina á miðvøllinum.

 

Fyri Barcelona kom tað væl við, at Neymar kom á vøllin um vikuskiftið og skoraði. Hann hevur verið skaddur í fleiri vikur, men vísti leygardagin, at hann er klárur aftur. Somuleiðis er Lionel Messi komin seg, eftir at hann hevur havt nakrar minni góðar vikur í álopinum hjá Barcelona. Hann tykist nú  líkjast sær sjálvum aftur á vøllinum.

 

Bæði Gerardo Martino, venjari hjá Barcelona, og Manuel Pellegrini hava boðað frá, at teir ikki ætlan at umstilla framrættaða spæliháttin til hendan dystin. Verður tað tilfeldið, so er lagt upp til eitt satt brak av einum fótbóltsdysti, tá liðini renna á vøllin í Manchester í kvøld.

 

Zlatan gongur á odda

 

Í Týsklandi verður tað Zlatan Ibrahimovic, sum skal ganga á odda fyri PSG. Edinson Cavani er skaddur og spælir ikki. Venjarin hjá PSG, Laurent Blanc, sleppur ikki at sita á síðulinjuni, tá dysturin verður bríkslaður í gongd. Hann hevur fingið leikbann frá UEFA, tí PSG tríggjar ferðir í bólkaspælinum vóru ov seinir út til seinna hálvleik.

 

Bayer Leverkusen er uttan Emre Can, sum hevur leikbann. Sami Hyypia, venjari hjá Bayer Leverkusen, spældu uttan týska landsliðsspælaran Sindey Sam, tá felagið um vikuskiftið tapti fyri Schalke 04 í heimligu kappingini. Sidney Sam hevur gjørt avtalu við Schalke 04 fyri komandi kappingarár, og tí vildi finski venjarin ikki lata hann spæla móti komandi felagnum hjá sær. Hann er við aftur í kvøld.

 

Champions League – áttandapartsfinalur:

Í dag:

Manchester City – FC Barcelona (19:45)

Bayer Leverkusen – PSG (19:45)

 

Í morgin:

AC Milan – Atletico Madrid (19:45)

Arsenal – Bayern Munchen (19:45)