Tjaldur ver ó-vælkomið

Kráartangi og Kaldbaksbotnur eru eitt “mini" paradís fyri fugl. Men, Kaldbaksfjørður og botnurin fáa bara ikki frið.

 

Okkara grannar fyri sunnan í Orkney hava stóran alsk til tjaldrið. Teir hava ikki minni enn trý heiti á hesum okkara várboðara, harav "tjaldr” er eitt av heitunum. Eg havi ein góðan vinmann í Kirkwall. Hann er bóndi, og garður hansara liggur oman til fjøruna.

Hvørt ár um hesa tíð eri eg vanur at forvitnast hjá honum, um tjøldrini eru komin til Orkney. Eru tey koman til Kirkwall, so eru tey hjá okkum um skamma stund.

Ofta síggjast tey fyrstu tjøldrini í Suðurstreymoy í Kaldbaksbotni. Á Kráartanga er fuglalív alt árið - æður, hegrar, gjør, havgæs, toppentur og so tjøldrini. Ikki er økið stórt, men allar ársins tíðir er okkurt at síggja. Nú nærkast grækarismessa, og tey fyrstu tjøldrini í væntu.

##med2##

Í mong ár hevur okkara familia – sum so mangar aðrar í Havn-  leitað sær inn í Kaldbaksbotn at hoyra og síggja tey fyrstu tjøldrini. Tað fyrsta klippið, altíð líka kærkomið og hugaligt. Stuttleikin at kveikja og vekja ansin hjá ommubørnunum fyri náttúruni.

Pápi mín, Axal sáli, var fuglakønur og sera vitandi um fugl og náttúru, og hann lærdi okkum nógv. Stutt áðrenn hann fór hagani, bilaði sjónin. Ein dagin um grækarismessuleitið bað hann meg koyra seg til Kaldbaksbotn, so hann enn einaferð - og seinastu fer - kundi hoyra klippini av Kráartanga. Jú, ein stórur flokkur var komin i góðveðrinum sunnan úr Orkney, og teimum heilsaði pápi, nú hann var ferðabúgvin.

Kráartangi og Kaldbaksbotnur eru eitt “mini" paradís fyri fugl. Men, Kaldbaksfjørður og botnurin fáa bara ikki frið. Nú er ein bátahylur lagdur beint við Kráartaga. Ikki væl frágingin. Eitt ljótt stórt plastikrør skamskemmur nú fittu ánna, og alt økið er ávirkað. Hevur okkara havnanevnd ongan landslags arkitekt?

Øll loyvir eru sjálvandi fingin til vega. Tað stendur ikki á, men tíanverri verða tjøldrini ikki spurd. Ein bátahylur so nær einum viðkvomum fuglaøki vildi ongantíð fingið byggiloyvi í grannalondunum.

Er allur ansur og gleði yvir náttúruni við at hvørva í Tórshavn? Hava skjótibreytir og bátahylar hægri prioritet, enn tað sindri vit hava eftir av fugli?

##med3##

Úrmælingurin Sverri Patursson úr Kirkjubø (1871-1960), okkara fyrsti grøni umhvørvisaktivistur, hann sum bað um at lata “heiðafuglin og smáfuglin” fáa frið, hann tók stig til fyrsta grækarismessuhaldið í Havn í 1943. Skjótt verður eingin grund at halda grækarismessu longur. Sverri Patursson hevði ógvast um okkara líkasælu við náttúruni, um hann var millum okkara í dag.