Tjentu slakar 890 milliónir í oktober

Tað hevur verið ein støðugur vøkstur hesi seinastu fimm árini

Í oktober í ár tjentu føroyingar slakar 890 milliónir krónur, og tað eru 75 milliónir meira enn í sama mánað í fjør.

Tað vísir ein uppgerð hjá Hagstovuni, og uppgerðin vísir eisini, at vøksturin hevur verið rættiliga støðugur síðani 2014.

Men uppgerðin vísir eisini, at tað er rættiliga stórur muur á lønargjaldingunum til kvinnur og til menn.

 

##med2##

Og tað vísir seg eisini, at kynsmunurin er nógv vaksin hesi seinastu árini, tí lønirnar hjá monnum eru hækkaðar munandi meiri enn lønirnar til kvinnur.

Í 2010 tjentu menn góðar 130 milliónir meiri enn kvinnur, men í oktober í ár, vóru lønargjaldingarnar til menn, 560 milliónir og lønargjaldingarnar til kvinnur vóru 330 milliónir, ella 230 milliónir minni.

Vøksturin í lønum hevur verið størri hjá monnum enn hja kvinnum seinastu 5 árini.

 

##med3##

Uppgerðin vísir eisini, at sløk 65 prosent av lønargjaldingunum eru í almennu- og privatu tænastuvinnunum. 20 prosent eru í fiskivinnu og aðari tilfeingisvinnu og 15 prosent eru í byggivinnu og aðrari tilvirking. 

Myndin vísir lønargjaldingarnar hjá kvinnum og monnum. Kámu strikurnar vísa útgoldnu lønirnar og sterku strikurnar vísa gongdina fyri bæði kynini.