Tjentu yvir 850 milliónir í síðsta mánað

Tað hevur verið ein javnurvøkstur hesi seinastu fimm árini

Í juli mánað í ár tjentu føroyingar stívliga 850 milliónir krónur. Tað eru  góðar 70 milliónir meira enn í juli mánað í fjør, sigur Hagstovan.

Hagstovan sigur eisini, at talan hevur verið um javnan og støðugan vøkstur í lønarútgjaldingunum hesi seinastu fimm árini, frá 2014.

Men tað er framvegis rættiliga stórur munur á lønunum hjá monnum og kvinnum.

Í juli var tjentu menninir góðar 530 milliónir og kvinnurnar tjentu 320 milliónir, ella 210 milliónur minni.

Hagstovan sigur eisini, at hesi seinastu fimm árini eri lønirnar hjá monnum hækkaðar meiri enn lønirnar hjá kvinnum.