Tjóðveldi vitjar valsendingina hjá FM1 týsdagin

Árni Gregersen verður vertur tá umboð fyri Tjóðveldi vitja í studionum í Krosslíð millum klokkan 15 og 16 í morgin

Árni Gregersen er vertur til valsendingarnar hjá FM1

Árni Gregersen er vertur til valsendingarnar hjá FM1

Valsendingarnar á FM1 halda fram í morgin.

Seinnapartin í morgin millum klokkan 15 og 16 verða tað umboð fyri Tjóðveldi, ið vitja í studionum í Krosslíð í Havn.

Vertur verður Árni Gregersen.

Sendingin verður endursend á FM1 um kvøldið millum klokkan 20 og 21. Sendingin verður løgd út á in.fo aftaná klokkan 21.

Øll kunnu hoyra sendingina á www.midlar.fo. Vanligu frekvensirnir eru FM 88,7, FM 91,7, FM 93,9, FM 95,5 og FM 98,7.

Árni Gregersen er vertur til valsendingarnar hjá FM1