Tjóvar stjólu kappsúkklu

Hevur eitt virði upp á 20.000 krónur

Sum siðvenja hevur verið seinastu nógvu árini hava fleiri bátseigarar um vikuskiftið sett hvørjum øðrum stevnu í Klaksvík í samband við Summar Festivalin.

Tað hevur eins og restin av festivalinum gingið rættiliga væl og løgreglan hevur ikki fingið nakrar stórvegis fráboðanir.

Um 10 tíðina fekk løgreglan kortini eina fráboðan frá einum bátseigara, at hann hevði havt óynsktar gestir á vitjan. Viðkomandi persónar høvdu nýtt høvi at fara umborð á bátin, tá eingin var til staðar, og høvdu stolið ymiskt úr bátinum. Harímillum var ein kappsúkkla við einum virði upp á 20.000 krónur.

Fólk á øðrum bátum høvdu sæð viðkomandi persónar umborð á bátinum, men trúðu, at talan var um fólk, ið hoyrdu til bátin.

Løgreglan kannar í løtuni málið og vakthavandi upplýsir, at tey vilja gjarna hoyra frá fólki, ið hava sæð kappsúkkluna ella vita meira.

Kappsúkklan er svørt við hvítum róðri og einum hvítum rasarasetur, upplýsir vakthavandi.