Tobbi 65 ár

Markanti borgarstjórin í Runavíkar kommunu hevur hálvrundan føðingardag

Í dag, mikudagin 7. oktober, fyllir borgarstjórin í Runavíkar kommunu, Tórbjørn Jacobsen, 65 ár.

Hann býr á Langanesi á Glyrum og er glyvramaður við góðum sambandi til Syðrugøtu. Mamman er ættað úr Útiguttastovu ella millum áirnar, sum hann plagar at taka til, og Tobbi letur ikki nakað høvi fara framvið uttan at minna á, at tað var í Grógv, at hann búði fyrstu árini og fór í skúla við Gøtugjógv, áðrenn foreldrini, Arnbjørg og Joen Jacob, fluttu í húsini, sum tey høvdu latið byggja fyri uttan Garðar á Glyvrum - stutt frá barnaheiminum hjá Joen Jacob.

Føðistaðurin var í Æreskøbing um tað mundið, tá ið pápin gekk á navigatiónsskúla í Marstal. Ætlanin var, at tann frumborni skuldi eita Napoleon eftir abbanum á Glyvrum, men danir góðtóku ikki tað navnið. Tað stavaði frá Napoleonstíðini, tá ið danir vóru í hinum partinum. So varð hann doyptur Tórbjørn eftir pápa Trónd í Gøtu, sum æt Tórbjørn.

Tobbi var virkin í landspolitikki frá 1998 og fram til 2011. Hann var løgtingsmaður, landsstýrismaður og fólkatingsmaður fyri tjóðveldisflokkin. Tá ið hann legði frá sær í landspolitikki, varð hann havnarmeistari í Runavíkar kommunu, og í 2012 varð hann valdur í býráðið. Tá ið Magnus Rasmussen fór upp í landspolitikk á løgtingsvalinum í 2015, tók Tobbi við sum borgarstjóri, og tað hevur hann verið síðani.

Tá ið hann fór upp í kommunupolitikk, segði hann tað vera fyri at útbyggja havnarlagið og fyri at fáa svimjihøllina í lag, sum tað í Runavík hevur verið tosað um í eina hálva øld.

Havnarlagið er nógv víðkað, og virksemið økist støðugt. Inntøkurnar vaksa av tí, og ein av kostnaðunum hevur verið gangur og órógv frá russarunum, sum rættliga hava fingið borgarstjóran í andglettin. Síðstu tíðina hevur hann sagt, at hesin trupulleikin fer at minkað, hóast hann heldur tað vera natúrligan part av virksemi á havnarlagi, at tað hoyrist, at tað verður arbeitt.

Svimjihøllin sigst vera projekterað, og eitt av fyrstu málunum hjá nýggja býráðnum, har Tobbi arbeiðir fyri at verða afturvaldur sum limur og borgarstjóri, verður at taka støðu til stóru íløguna.

Tobbi hoyrist har hann er, og hann er altíð klárur, tá ið fjølmiðlarnir ringja. Tað sigst, at  fleiri redaktiónir halda støðugt vakið eyga við facebookvanganum hjá honum fyri at frætta tíðindi og fáa góð hugskot til søgur. Og tað kemur meiri enn so fyri, at hann á sín eyðkenda hátt gevur tað til kennar, um hann heldur, at pressan ikki hevur útint sítt arbeiði nóg væl ella eftir hansara høvdi.

Hann er tiltikin røðari, og tá kemur tað væl við, at hann hevur lisið so ógvuliga nógv og fjølbroytt, og at tað tí ber honum til at oysa úr so nógvum mentanarligum keldum.

Í 25 ár var hann skipari á farmaskipum. Pápin læt saman við øðrum í familjuni í síni tíð Norðvíking smíða á Tórshavnar Smipasmiðju, og so vóru fleiri onnur farmaskip í familjuni. Tobbi lærdi til skipsførara og stóran part av skiparatíðini sigldi hann í Grønlandi, sum hann hevur stóran tokka til.

Tobbi er giftur Ann Ellefsen, og hann eigur fýra børn – Arnbjørg, Kristionnu og tvíburarnar Hjørdis og Jóan Jákup, sum nú hevur tikið arvin upp at vera skipari á farmaskipi í Grønlandi.