Tobbi gjørdi skjótt av

Øll starvsfólkini hjá Runavíkar kommunu verða kannað mánamorgunin, tá ið Thetis fer at bjóða kanningar í Runavík

Fyrr í dag sendi borgarstjórin í Runavíkar kommunu og formaðurin í eldrasamstarvinum á Skálafjørðinum, Roðanum, opið bræv til heilsumálaráðharran við áheitan um, at tað skal bera til hjá eysturoyingum at verða kannaðir, uttan at tað skal vera neyðugt hjá teimum at fara norður til Klaksvíkar ella suður til Havnar.

-Eg kenni tað soleiðis, at tað er meiri fjáltur millum fólk her á leiðini nú, enn tað var í mars mánað. Ta ferðina kendu vit millum lítið og einki til smittuna, meðan hon nú er meiri útbreidd her – eisini í eldraøkinum og serøkinum, segði Tórbjørn Jacobsen við útvarpið hjá Kringvarpi Føroya í kvøld.

Eitt av starvsfólkunum á Ellis- og røktarheiminum er smittað, og smittan er eisini á einum av stovnunum innan serøkið, sum er í Runavík. Hann eigur Stovnurin við Blikagøtu.

Í kvøld hevur borgarstjórin í Runavíkar kommunu gjørt avtala, sum ber við sær, at privata kanningarfyritøkan Thetis longu mánamorgunin fer at gera kanningar í Runavík.

-Talan er um starvsfólkini hjá Runavíkar kommunu, sum skulu kannast. Tað ber ikki til, at fólk fara til arbeiðis innan barnaøkið og í allari umsitingini, uttan at tað er staðfest, at tey ikki eru smittað. Tí hava vit gjørt avtalu við Thetis um, at tey mánamorgunin klokkan níggju fara at kanna starvsfólkini. Tað verður í skótahúsinum úti á Mýrunum, sigur borgarstjórin í Runavíkar kommunu í kvøld.