Tobbi: Nú er trýst komið á

Borgarstjórin í Runavíkar kommunu heldur, at myndugleikar eru sum farnir undir heilt

Borgarstjórin í Runavíkar kommunu ótolnast nú eftir svari frá myndugleikum í sambandi ósemjuni um bygdarnavnið á bygdini innast á Skálafjørðinum. Í løtuni sigur almenna skeltingin, at bygdin eitur »Skálabotnur«, men meiriluti av bygdafólkinum hevur á fólkatkvøðu sagt, at bygdin skal eita »Skálafjørður«.

Fyrr í dag skrivaði In.fo, at nú hevur onkur málað út yvir bygdaskeltini hjá Landsverki fyri at fjala navnið »Skálabotnur«.

##med2##
– Júst í dag er ein samfullur mánaði gingin, síðani úrslitið av fólkaatkvøðuni, sum var hildin á Grækarismessu, var sent Staðarnavnanevndini, Mentamálaráðnum, Samferðslumálaráðnum og Landsverki. Tað hevur ikki kvøtt úr nøkrum teirra. Sum farin undir heilt, ella sita allir hesir myndugleikar nú sum ryssur yvir deyðum fylum, nú fólkið í bygdini hevur sagt teimum sína meining, ið ikki er sama meiningin sum Staðarnavnanevndin hevur havt, sigur Torbjørn Jacobsen.

– Hetta fyrisitingarliga dølsknið hevur tað við sær, at fólk ótolnast, og tí fer ein hending sum hendan fram, har bygdarnavnið verður kámað burtur við máling av skeltum. Er ongin so frægur í Staðarnavnanevndini, Mentamálaráðnum, Samferðslumálaráðnum og hjá Landsverki, at viðkomandi er førur fyri at siga okkum, um tað verður fólksins vilji ella Staðarnavnanevndarinnar vilji, sum verður endaliga úrslitið í hesum málinum? 

Borgarstjórin í Runavíkar kommunu heldur, at tað nyttar ikki hjá myndugleikum at renna undan einari nýggjari avgerð um bygdanavnið.

– Nú er trýst komið á málið, og tað viknar ikki, somikið hevur søgan lært okkum, sigur Torbjørn Jacobsen.