Tobbi vil aftur í Løgtingið

Hann hevur ivast stórliga, men hevur nú tikið av eini áheitan um at stilla upp

 

 

Tað er nú greitt, at eisini Torbjørn Jacobsen stillar upp fyri Tjóðveldi nú løgtingsval verður leygardagin 31. august.

Hann hevur áður umboðað Tjóðveldi bæði á Løgtingi, í landsstýrinum og á Fólkatingi, men hann gavst í landspolitikki í 2011, tá ið hann varð havnarmeistari í Runavík. Men hann stillaði upp á býráðsvalinum og er nú borgarstjóri í Runavík.

Hann sigur á Facebook, at Eysturoyar Tjóðveldisfelag hevur heitt á hann um at stilla upp aftur og nú hevur hann tikið av

Hann heldur, at tað er brúk fyri politikarum úr Eysturoy á Løgtingi og Tjóðveldi hevur einki umboð havt á Løgtingið síðani 2011.

– Nú er løtan komin hartil, at oyggin fær sín rímiliga part av landsins íløgufæi tey næstu árini, sigur hann.

Men hann sigur, at verður hann valdur á ting, fer hann at biðja býráðið um loyvi til at halda fram um borgarstjóri eisini.