Todi og tvær aðrar FCK legendur kappast

FC København og Audi hava í felag skipað fyri ymsum avbjóðingum fyri eldri fótbóltsleikarar.

##med2##

Hesaferð eru tað teir tríggir, Todi Jónsson, 48 ár, 207 dystir fyri FCK, Diego Tur, 48 ár, 226 dystir fyri FCK og Martin Johansen, 47 ár og 146 dystir fyri FCK – eisini kendur sum »Lille Børge«, sum kappast, hvør teirra skjótast klárar at renna brekkuna niðan á toppin á CopenHill.

CopenHill á Amager í Keypmannahavn er ein orkustøðu, sum veitir streym til Keypmannahavn. Tað er kendi arkitekturin Bjarke Ingels, sum hevur teknað, sum eisini hevur teknað okkara Glasir.

Bygningurin er eitt 85 metra høgt fjall við skíbanum, rennibreyt, klatriveggi og øðrum.

'Lille Børge', Tur og Jónsson på bakkeløb ⛰️ #LegendsSpecial Hvem af de 3 202006281349488