Tøgn í ein minutt á flogvøllinum í Alta

Eftir syrgiliga tyrluvanlukku í gjár varð tøgn í ein minutt á flogvøllinum í Alta í morgun.

Tyrluvanlukkan hendi í ein útsynning úr Alta. Nú skal kannast, hví vanlukkan hendi. Mynd: Altaposten.

Tyrluvanlukkan hendi í ein útsynning úr Alta. Nú skal kannast, hví vanlukkan hendi. Mynd: Altaposten.

 

Seks fólk  - harav fimm vóru tíðliga í 20-árunum - doyðu, tá ein tyrla datt niður nærindis Alta seinnapartin í gjár, og í dag hevur býurin Alta verið nógv merktur av vanlukkuni.

VG skrivar, at nógv fólk grótu og hildu um hvønn annan, tá tøgn varð hildin í ein minutt á flogvøllinum klokkan 10 í morgun - til minnis um tey, sum lótu lív í vanlukkuni.

Nógvastaðni í Alta eru fløggini í morgun eisini á hálvari stong.

Vanlukkan hendi í Kvenvik-økinum í ein útsynning úr Alta. - Vit vita einki um vanlukkustaðið, og vit flúgva til økið í einari tyrlu, sigur Kåre Halvorsen, ovasti leiðari í skaðanevndini.

Tyrlan, sum datt niður, var av slagnum, Airbus AS-350B, og hon varð bygd í Fraklandi. Tí koma eisini limir í franskari skaðanevnd og umboð fyri framleiðararnar at kanna vanlukkuna í Noregi.

Sambært Nordlys.no var hetta onnur av tveimum tyrlum, sum felagið Helitrans fekk í juni mánaði í ár. Hetta var frá felagnum Østnes Helicopters, sum umboðar Airbus í Noregi.

Helitrans váttar á sínari Facebook-síðu, at øll manningin í tyrluni, sum taldi seks, er deyð. - Tað er við stórari sorg, at vit hava fingið hesi boð, skrivar felagið.

Kåre Halvorsen, leiðari í skaðanevndini, sigur, at enn er alt ov tíðliga at siga nakað um, hvør orsøkin til vanlukkuna kann vera, og hann hevur í løtuni heldur ikki hug at siga nakað um tyrluslagið.

Sambært norsku løgregluni vóru fimm av teimum, sum doyðu í vanlukkuni, fyrst í 20-árunum. Ein svenskur ríkisborgari er eisini millum tey deyðu.

##med2##

##med3##

 

 

 

Tyrluvanlukkan hendi í ein útsynning úr Alta. Nú skal kannast, hví vanlukkan hendi. Mynd: Altaposten.

Hóast Airbus AS-350B er mest brúkta tyrla í Noregi, hevur hetta slag verið partur av fleiri vanlukkum.

Vanlukkan hendi í Kvenvik-økinum í ein útsynning úr Alta.