Tøkk!

 

Ovfarin og glaður fyri frálíka úrslit okkara á býráðsvalinum týsdagin vil eg fegin takka tykkum øllum, ið greiddu atkvøðu fyri Javnaðarflokkinum. Eisini vil eg takka tykkum 882, ið greiddu atkvøðu fyri mær persónliga, og ikki minst vil eg takka tykkum mongu, ið róku saman við mær og stuðlaðu so væl. Tað er tykkum fyri at takka, at tað hilnaðist so væl! Fýra spennandi ár í meiriluta saman við Sambandsflokkinum standa fyri framman, og av øllum alvi vilja vit tæna Tórshavnar kommunu og okkara býi. Tað er við eyðmýkt, men eisini við stoltleika, at eg nú kann fara undir triðja skeið mítt sum býráðslimur í Havn, og eg vil tí fegin endurtaka mítt ókeypis vallyfti, at eg vil gera mítt besta. Takk fyri, øll somul! 

Tróndur Sigurðsson

býráðslimur í Havn