Tøkni var ikki orsøk til óhappið

Tá ið Arctic Voyager í gjárkvøldið sigldi á landi í Fuglafirði, var tað ikki av tekniskum orsøkum. Tað staðfestir Hans Johannes á Brúgv, stjóri í Sjóvinnustýrinum

Arctic Voyager og Brimil liggja við kai í Fuglafirði (Myndir: Frants Jensen)

Arctic Voyager og Brimil liggja við kai í Fuglafirði (Myndir: Frants Jensen)

– Vit hava gjørt kanningar umborð, og vit kunnu staðfesta, at tað sær ikki út til at vera av tekniskum orsøkum, at skipið rendi á land, sigur Hans Johannes á Brúgv.
Hvør orsøkin so er, veit hann tó ikki at svara enn.
– Vit mugu fyrst fáa frágreiðing frá skiparanum um hendingina. Og so mugu vit staðfesta, hvør hevur verið hvar. Vit halda okkum vita, hvat er hent, men vit kunnu ikki siga nakað um tað enn, sigur Hans Johannes á Brúgv.
Vakthavandi á løgreglustøðini upplýsti fyri útvarpinum, at skiparin ikki var ávirkaður.

##med2##

Menniskjalig mistøk?
Er talan um menniskjanslig mistøk?
– Vit vita ikki. Vit bíða eftir frágreiðing frá skiparanum, sigur Hans Johannes á Brúgv.
Hevur veðrið spælt inn, tá ið óhappið hendi?
– Vit vita ikki. Vit bíða eisini eftir frágreiðing frá skiparanum um, hvat hendi, sigur hann.

##med3##

Undirmannað
Hóast Hans Jóhannes á Brúgv ikki enn kann staðfesta, hvør orsøkin er, so staðfestir hann, at brot er framt á lógina, tí at skipið hevur siglt undirmannað.
– Tað vóru bara fýra mans við skipinum. Tað er eitt minstakrav, at tað skulu vera minst sjey mans við, tá ið siglt verður millum havnir í Føroyum. So her er lógin brotin, sigur hann.
Hann vísir millum annað á, at krav er til útkikk.
Skipið skuldi eftir ætlan til Hvalbiar.

##med4##

Tvey hol
Kavarar hava kannað botnin á skipinum og staðfest er nú, at hann hevur fingið skaða, og at har eru tvey stór hol.
– Tað eru tvey hol, har tað lekur sjógvur inn. Talan er um tvey ymisk rúmshol, og vit hava tí avgjørt, at skipið sleppur ikki í vinnu, sigur stjórin í Sjóvinnustýrinum.
Skipið sleppur ikki at sigla longur enn til skipasmiðjuna í Skála ella í Havn, har tað skal umvælast.
Klassin skal eisini hyggja upp á málið.
Ein skaðafrágreiðing skal eisini gerast.
– Eg haldi tó ikki, at tað er orsøk til nakra sjófrágreiðing. Nú má fyrst staðfestast, hvør orsøkin er, og so má ein møgulig ákæra skrivast, sigur Hans Johannes á Brúgv.

##med5##

Koyra til Vestmanna
Av tí at Arctic Voyager nú ikki kann sigla, verður sildin, ið hann hevði eftir umborð, skipað í lastbilar, ið koyra til Vestmanna við henni.


Les meira her:

Leki umborð á Arctic Voyager

Arctic Voyager slapp sjálvt av aftur

Arctic Voyager rent á land í Fuglafirði

Arctic Voyager og Brimil liggja við kai í Fuglafirði (Myndir: Frants Jensen)