Toftir vilja gjarna hýsa einum fiskimannaskúla

- Vit kunnu staðfesta, at byrjanin til okkara nútíðar fiskivinnusamfelag eru føroysku træseglskipini, segði borgarstjórin í Nes kommunu, tá hann beyð manningunum á træseglskipunum vælkomnum.

 

Tá hábærsligu træseglskipini byrjaðu sína flaggregatta á Toftum fríggjakvøldið, segði borgarstjórin í Nes kommunu, Jóhannus Danielsen, nøkur orð við høvið. Fyrst bar hann eina serstaka heilsan til manningarnar á seglskipunum, sum høvdu lagt til bryggju á Toftum, og hann nýtti eisini høvi at bjóða teimum hjartaliga vælkomnum.

- Tað var sera hábærsligt og stórbart, og tað nemur hjartastreingirnar, at síggju vøkru træseglskipini sigla inn á Skálafjørðin, og tað er ein sera vøkur sjón, nú øll skipini liggja her við Toftagjógv. Takk fyri, at tit valdu Tofta havn á tykkara regattaleið í ár. Sum borgarstjóri er tað mær ein heiður at taka ímóti og at kunna bjóða okkara góðu havnaumstøður fram.

Borgarstjórin vísti á, at tað liggja nógvar og drúgvar fyrireikingar aftan fyri árligu regattasiglingarnar. Av royndum á havinum í nógv ár og við fyrireiking av undanfarnum regattasiglingum, vita menn, at lyklin til suksess er góð og nágreinilig fyrireiking. Soleiðis er eisini við regattasiglingini 2019.

##med2##

- Fyrireikingin til hesa regattaina byrjaði longu á heysti 2017, og í oktober í 2017 var fundur millum umboð fyri Felagið Føroysk Træseglskip og Nes kommunu, har kommunan fekk áheitan um at hýsa og stuðla regattasiglingi 2019. Á bygdaráðsfundi hin 27. november í 2017 varð áheitanin gingin á møti.

Jóhannus Danielsen vísti á, at á heysti í 2017 var flaggsiglingin ikki í umbúna. Men, tað skuldi kortini vísa seg, at regattain í ár skuldi vera nógv meira umfatandi enn undanfarin ár. Í ár hátíðarhalda vit, at Merkið – føroyska flaggið – er 100 ár, og í tí sambandi varð í fjør gjørt av, at árliga regattain í ár skuldi verða ein flaggregatta.

Borgarstjórin segði, at hin 2. juni í 2019 vóru liðin 100 ár, síðan eldhugaðir ungir føroyingar í Keypmannahavn - umleið 100 í tali - á fyrsta sinni vístu Merkið fram í samband við eina hvítusunnuútferð, sum Føroyingafelagið í Keypmannahavn skipaði fyri út i Norðmansdalin, har Fredensborg slottið liggur.

- Hetta helt nevndin í Felagnum Føroysk Træseglskip átti at markerast, og á aðalfundinum í 2018 varð gjørt av, at nøkur av okkara elstu træskipum og bátum skuldu sigla til Keypmannahavnar, og har saman við øðrum hátíðarhalda, at ein øld nú er runnin, síðan Merkið á fyrsta sinni varð borið fram.

Hann segði, at hin 16. mai var fráferð úr Havn, og á túrinum til Keypmannahavnar varð vitjað í Odense, Århus og Helsingør. Á heimferðini varð vitjað í Ebeltoft og Lerwick í Hetlandi. Ein mánaða seinni vóru skipini aftur í føroyskar havn.

- Sum skilst hevur móttøkan verið sera góða alla staðni, og í frálíku røðu síni 100 árs dagin í Normansdalinum, helt Jógvan Arge fyri, at hesin túrurin hjá føroyska flotanum hevði eydnast sera væl, og at eingin annar hevði kunnað gjørt tað betur.

Jóhannus Danielsen vísti á, at hóast merkið á fysta sinnið varð borið fram í 1919, so varð tað ikki viðurkent fyri enn hin 25. apríl í 1940, og kom fyrsta almenna viðurkenningin frá bretska hersetingarvaldinum. Føroyskir sjómenn kundu nú sigla øll heimsins høv undir egnum tjóðareyðkenni. Nakrar dagar frammanundan - hin 9. apríl, sama dag, sum Danmark varð hersett av Týsklandi undir seinna heimsbardaga - byrjaði sluppin Eysturoyggin at flagga við Merkinum. 

- Undir seinna heimsbardaga gjørdist havið um Føroyar sera vandamikið, men føroyingar, ið eru bundnir at havinum, høvdu einki annað í at velja enn at halda fram við at sigla. Trot var á fiski í Bretlandi, og føroysk fiskiskip tóku upp eina lønandi sigling við ísfiski úr Íslandi á bretska marknaðin. Bretska hersetingarvaldið kravdi nú, at øll føroysk skip skuldu flagga við føroyskum flaggi, og at føroyskt flagg og orðini Faroes og Føroyar skuldu verða málað á skipsíðurnar.

Borgarstjórin vísti á, at fyrsta skipið, sum vísti Merkið vestan hav, var skonnartin Sanna hjá Napoleon Jacobsen á Glyvrum. Sanna sigldi inn í havnina í New York hin 12. november í 1940 við Merkinum veitrandi afturi á hekkuni. Hon var leigað til at sigla við eitt nú livralýsi og ull yvir til USA og at hava neyðsynjarvørur heim aftur við.

##med3##

 - Hóast fyrsti túrurin hjá Merkinum var við toki í Danmark, kunnu vit siga, at tað vóru tær føroysku sluppirnar, sum gjørdu og eiga heiðurin av, at Merkið kom til heiður og æru.

Jóhannus Danielsen vísti á, at í regattafylginum, sum byrjaði á Toftum, vóru umborð á Westward HO heim úr Havn fleiri av monnunum, sum dagliga koma í Undirhúsið á Toftum. Millum teirra var elsti maður í Nes kommunu í dag, 94 ára gamli, Jákup Mikal Mikkelsen. 

- Á vikuligu sangløtuni hjá Undirhúsinum fyrradagin fríggjadagin, greiddi Jákup Mikal frá, at hann var við toftaskipinum Elsu, tá seinni heimsbardagi brast á hin 9. apríl í 1940, og hann minnist, at teir høvdu danskt flagg. Men, tá Elsa fór nýggjan túr hin 27. apríl í 1940 flaggaðu teir við føroyskum flaggi. Jákup Mikal helt fyri, at teir vóru millum teir fyrstu - um ikki teir allar fyrstu - at brúka føroyskt flagg, eftir at Merkið varð viðurkent.

Borgarstjórin vísti í røðu síni á, at menningin av føroyska samfelagnum veruliga tók dik á seg, tá føroyingar byrjaðu at útvega sær skip, og sum kunnugt kom fyrsta sluppin til Føroyar í 1872. Hann segði, at tær tríggjar bygdirnar í Nes kommunu hava verið fiskivinnubygdir burturav, og eins og aðra staðni, hevur fiskivinnan í bygdunum verið grundarlagið undir trivnaði og vøkstri.

- Í byrjanini var tað avmarkað, hvussu nógvir menn av Nesi, Toftum og Saltnesi vóru til skips, eftir at føroyingar í 1870-unum fingu tað at eydnast við sluppfiskiskapinum. Tá skipatalið veruliga fór at vaksa í 1890-árunum, vóru boð eftir skipsmonnum hiðani. Sambondini millum reiðarar, eitt nú úr Havn og menn av Toftum komu náttúrliga í lag.

Hann vísti á, at reiðarar vóru mangan eisini handilsmenn, sum høvdu sínar úthandlar á bygdum. Nakrir úthandlar komu á Toftum, og við hesum sambondum fylgdi næstan altíð ein sjálvskapt gongd, har fólkum á Nesi, Toftum og Saltnesi stóð í boði at vaska og turka saltfisk til klippfisk.

- Havnaviðurskiftini vóru eisini orsøk til, at samstarv bleiv millum reiðarar úr Havn og menn á Skálafjørðinum. Tá sluppfiskiskapurin tók seg upp, vóru havnaviðurskiftini vánalig, eisini í Havn, og tí komu skipini ofta inn á Skálafjøðin at liggja, her tey eisini høvdu vetrarlegu.

##med4##

Jóhannus Danielsen vísti á, at sambandið millum reiðarnar í Havn og fólkið á Skálafjørðinum gjørdi, at menn hiðani fingu kjans við skipum hjá hesum reiðarum. Fyrsta skip, ið er skrásett á Toftum, var Prince of Wales, sum Dávur Davidsen av Nesi keypti úr Onglandi saman við bygdamonnum og havnarmonnum í 1897. Prince of Wales var lítil gomul slupp, merkt 47 tons netto; hon hevði tvær mastrar og varð bygd í 1841. Sluppin var til fiskiskap til 1905 og upphøgd í 1908.

- Ilt er at taka nøkur einstøk skip úr rúgvuni, sum vóru heimahoyandi í kommununi í fyrra helmingi av 1900-talinum, men skip sum Silver Bell, Anna, Gunhild, Mjóanes, Elsa, Morning Star, Phebe, Colombus, Oyrasker, Høganes, Kongshavn, Brimnes eru skip sum vit kennast væl við.

Hann segði, at sum fiskivinnustaður tók vøksturin á Toftum veruliga dik á seg í fimmti-og sekstiárunum og frameftir. Línuskipini hava havt ein serliga stóra stóran týdning fyri Nes kommunu.

- Í 2013 gav tíðindamaðurin, Sigmar Bláberg, bók út um føroysku stállínuskipini, og her kunnu vit lesa um, hvussu toftamenn slóðaðu fyri og byrjaðu eitt nýtt fiskivinnutíðarskeið við at lata byggja fyrsta føroyska stállínuskipið, Vesturhavið Blíða í 1956, og síðani hava nógv stállínuskip havt heimstað her í kommununi. 

Jóhannus Danielsen helt tað vera óneyðugt at nevna nøvn, tí tað er so skjótt at gloyma onkran burtur úr rúgvuni, men hann fyri, at flestu kennast við ella minnast hesi skipini. Skip, sum vit ár út og ár inn hava sæð ligið við bryggju her á havnalagnum ella siglt út- og inneftir eftir fjørðinum til og frá fiskiskapi.

- Nógvir eru teir menn, sum saman við familjum sínum hava havt sína inntøku og sítt livigrundarlag frá hesum línuskipum. Tað munnu verða fáir menn her í kommunini, sum vuksu upp í seksti-og sjeytiárunum og stóran part av áttatiárunum, sum ikki hava roynt seg við einum av teimum stállínuskipum, sum hava verið heimahoyrandi her á staðnum.

##med5##

Borgarstjórin vísti á, at Tíðirnar broytast, og menniskjan broytist eisini. Línufiskiskapurin hevur ikki eins stóran týdningin fyri livigrundarlagið hjá familjunum í Nes kommunu í dag, sum hann hevði fyrr, men framvegis hevur hesin fiskiskapur stóran týdning fyri framburð og tilverugrundarlag í Nes kommunu - og fyri fólkið, sum her býr.

- Tað hevur stóran týdning, at tað framhaldandi eru framfýsin vinnulívsfólk her á staðnum, sum gera íløgur í og virka í okkara høvuðsvinnu, sum okkara fiskivinna framvegis er og fer at vera. Tí er tað avgerðandi neyðugt, at land og kommunur framhaldandi arbeiða við at menna og bøta um umstøðurnar hjá fiskivinnuni.

Hann helt fyri, at tað tíverri er soleiðis í dag, at lítil áhugi er millum ungdómin at gerast fiskimaður, hóast umstøðurnar á sjónum ongatíð hava verið betur. Orsøkirnar eru helst fleiri. Hann vísti á, at í einum lesarabrævi undan jólum í fjør vísti bygdamaðurin, Jógvan I. Olsen, fyrrverandi skipari og løgtingsformaður á, at tað haltaði við okkara skúlaskipan, og at tað tí er alneyðugt, skjótast gjørligt, at seta á stovn ein fiskimannakúla.

##med6##

- Tað taki eg fult undir við, og eg mæli til, at landsins skúlamyndugleikar byrja ein fiskimannaskúla. Um tað skuldi verið, kundi Nes kommuna hýst einum tílíkum skúla, eitt nú tí, at her er stutt til fiskileiðir, og her eru fyritøkur, sum eru knýttar tætt at fiskivinnunu, eitt nú uppboðssøla, landingarmiðstøð, kassamiðstøð, saltfiskavirki, ísvirki, saltsøla, egningarskúrar, báta- og skipahavn.

Jóhannus Danielsen vísti á, at mangan verður tikið til, at tað er neyðugt at kenna fortíðina fyri at leggja ætlanir fyri framtíðina. Hann helt fyri, at vit eisini kunnu siga, at samleiki okkara ofta er treytaður av kunnleikanum um, hvaðani vit koma.

- Vit kunnu staðfesta, at  byrjanin til okkara nútíðar fiskivinnusamfelag eru føroysku træseglskipini, segði borgarstjórin í Nes kommunu, tá hann heilsaði manningunum á føroysku træseglskipunum og gestunum hetta kvøldið, tá seglskipini byrjaðu sína flaggregatta á Toftum fríggjakvøldið.

##med7##