Tóku IS-leiðara sum vigar 500 pund

Jabba the Jihadi, sum hann verður róptur, varð funnin sitandi í einari holu og var næstan ikki førur fyri at røra seg, og ganga kundi hann ikki.

 

Abu Abdul Bari, sum veruliga navnið hjá IS-leiðaranum er, sat í einari sofu, goymdur í einari holu, tá hann varð handtikin. Tá tað ikki bar til at fáa hann í ein løgreglubil, noyddist løgreglan at flyta hann á einari last.

Jabba the Jihadi var ikki mentur at røra seg nakað serligt, og hann kundi ikki ganga. Sambært The Guardian og Fox News vóru tað irakiskar trygdardeildir, sum tóku hann, og hann situr nú fyribils í geglinum.

Sagt verður, at Abu Abdul Bari vigar 254 kilo. Sambært nevndu miðlum, skal tað hava verið hesin maðurin, sum gav boð um at oyðileggja eina røð av muslimskum mentanarminnum í Mosul í Irak.

Tað skal eisini hava verið Abu Abdul Bari, sum gav boðini, tá Mosul varð tikin av IS-hermonnum, og har fleiri religiøsir leiðarar vórðu dripnir.

The Guardian veit at siga, at tað var í síðstu viku, at maðurin varð handtikin - og handtøkan fór fram júst í Mosul. Av tí, at maðurin vigaði so nógv og hvørki kundi ganga og enn minni renna, var handtøkan í so máta eingin trupulleiki.

Trupulleikin var heldur at fáa IS-leiðaran av staðnum.

Myndirnar skulu vísa Abu Abdul Bari, sitandi - ella líka so nógv liggjandi - á einari sofu í joggingbuksum og brillum. Eitt er so vist, at onkur hevur syrgt fyri, at leiðarin hevur fingið bæði nógv og gott at eta og drekka.

##med2##

 

 

Á kortinum sæst, hvar Mosul liggur í Irak.