Tóku ongar kjansir

Upplýsingar í málinum gjørdu, at eitt alvápnað løgreglulið bleiv brúkt til eina handtøku í Havn fríggjadagin

Tað sá dramatiskt út, tá ið eitt alvápnað løgreglulið seinnapartin fríggjadagin fór inn í eini hús í Havn at fremja eina handtøku. Talan var um servanda átaksbólkin hjá føroysku løgregluni, sum tók sær av málinum.

Hetta hevur vakt ans millum fólk, og nógv hava spurt, um tað var neyðugt at fremja handtøkuna undir so ógvuliga umstøðum.

Michael Boolsen, fúti, sigur, at hann fær ikki gjørt stórvegis viðmerkingar til ítøkiliga málið.

- Men eg kann siga so mikið, at tað vóru upplýsingar í sambandi við kanningar hjá løgregluni, sum gjørdu, at vit valdu hasa loysnina, sigur Michael Boolsen, fúti, í stuttari viðmerking.