Tom Hagen: - Eg eri ósekur

Svein Holden, advokatur, sigur, at 70 ára gamli, Tom Hagen, er merktur av støðuni, nú hann í morgun er handtikin og skuldsettur fyri dráp.

Hjúnini, Anne-Elisabeth og Tom Hagen, sum her eru í einari veitslu. Mynd: Privat.

Hjúnini, Anne-Elisabeth og Tom Hagen, sum her eru í einari veitslu. Mynd: Privat.

 

Sambært VG sigur verjin hjá 70 ára gamla norska miljarderinum, at maðurin ongan leiklut hevur í, at kona hansara, Anne-Elisabeth Hagen, hvarv úr heiminum í Lørenskog hin 31. oktober í 2018.

Svein Holden, advokatur, sigur, at Tom Hagen er merktur av støðuni, nú hann í morgun er vorðin handtikin og skuldsettur í málinum.

Verjin, sum eisini hevur hitt Tom Hagen í dag, sigur, at maðurin heldur fast við, at hann als einki hevur við hetta mál at gera.

Tað var um 08.30-tíðina í morgun, at miljarderurin varð handtikin, tá hann var á veg heimanífrá og koyrdi móti arbeiðsplássi sínum.

Løgreglan steðgaði ferðsluni í báðum endum av vegnum, og tá átakið varð liðugt, stóð bilurin hjá Tom Hagen mannleysur við vegkantin.

Eftir handtøkuna, fór løgreglan eisini inn í heimið hjá familjuni í Lørenskog, har tey gjørdu sínar kanningar og tóku ymiskt við sær.

VG veit eisini at siga, at løgreglan hevur lagt hald á bilin hjá Tom Hagen, nú maðurin er vorðin skuldsettur fyri dráp ella viðvirkan til dráp av konu síni.

##med2##

Hjúnini, Anne-Elisabeth og Tom Hagen, sum her eru í einari veitslu. Mynd: Privat.

Anne-Elisabeth Hagen á ungum árum.