Miljarderurin ger enn eina roynd at fáa samband við mótpartin, ið eftir hansara tykki hevur rænt Anne-Elisabeth Hagen. Mynd: Privat.

Tom Hagen: - Eg vil gjalda!

- Vit ynskja veruliga at koma í samband við mótpartin, sigur verjin hjá norska miljarderinum, Svein Holden.

Miljarderurin ger enn eina roynd at fáa samband við mótpartin, ið eftir hansara tykki hevur rænt Anne-Elisabeth Hagen. Mynd: Privat.

 

Drápsskuldsetti miljarderurin, 70 ára gamli, Tom Hagen, vil ikki geva upp at samráðast við hugsandi mótpartin, sum eftir familjunar tykki hevur konuna og mammuna, Anne-Elisabeth Hagen, sum gísla, eftir at hon hvarv úr bústaði sínum í Lørenskog hin 31. oktober í 2018.

Sambært VG vendi Tom Hagen sær enn einaferð til hugsandi mótpartin fríggjadagin hin 29. mai við einum bitcoin-boðum sum merkja: - Eg vátti, at eg vil gjalda".

Soleiðis, sum VG skilir, er hetta fyrstu ferð eftir skuldsetingina um dráp - ella viðvirkan til dráp av konu síni - at Tom Hagen vendir sær til mótpartin. Hetta eru eisini fyrstu boðini um bitcoin-pallin síðan í januar í fjør.

Leggjast kann tó aftrat, at samband hevur verið millum partarnar um aðrar pallar so seint sum í fjør summar, tá hugsandi ránararnir í einum boðum søgdu, at Anne-Elisabeth Hagen framvegis er á lívi. Børnini eru sannførd um, at pápin einki hevur við hetta mál at gera.

- Vit ynskja veruliga at koma í samband við mótpartin. Tí hava vit tikið hetta stig, sum vit vóna verður svarað. Løgreglan hevur einki havt við boðini hesaferð at gera, sigur verjin hjá Tom Hagen, Svein Holden, við VG.

Stuðulsadvokaturin hjá teimum trimum Hagen-børnunum, Ståle Kihle, sigur við VG, at børnini vita um nýggju boðini, sum pápin hevur sent til hugsandi mótpartin. - Tey stuðla sjálvsagt hesi royndini av fullum hjarta, sigur stuðulsavdokaturin við VG.

Hagen-børnini hava sagt, at tey framvegis liva í teirri trúgv, at mamman, Anne-Elisabeth Hagen, kann vera rænd av ókendum brotsmonnum, og tey liva í vónini um, at hon enn kann vera á lívi.

Norska løgreglan heldur hinvegin, at hóttanarbrævið, ið eisini var eitt krav um loysigjald, sum lá í heiminum í Lørenskog, tá Anne-Elisabeth Hagen var horvin, er ein roynd at skava út yvir eitt dráp, sum helst er framt í heiminum hjá hjúnunum. 

Í hóttanarbrævinum, sum var skrivað av hálvbrotnum norskum, varð lagt upp til eitt samskifti við kodum í kryptovaluta'ini bitcoin. Mótparturin kravdi níggju miljónir evrur í loysigjaldi, sum hugsandi brotsmenninir vildu hava goldið í kryptovaluta'ini monero.

Fyri nøkrum vikum síðan varð miljarderurin skuldsettur fyri dráp ella viðvirkan til dráp, men hann sigur seg einki sum helst hava við burturblívingina av konu síni at gera. Lagmannsrætturin leyslæt mannin, eftir at løgreglan hevði handtikið Tom Hagen og tingrætturin hevði dømt hann til varðhaldsfongsling í fýra vikur.

Tom Hagen kærdi dómin hjá tingrættinum til lagmannsrættin, har tveir av trimum dómarum gjørdu av at leysalata miljarderin, tí mett varð ikki, at prógvini hjá løgregluni ímóti honum vóru nóg góð. Rætturin helt tað vera meira hugsandi, at Tom Hagen var ósekur - enn sekur.

Seinni staðfesti eisini norski hægstirættur avgerðina hjá lagmannsrættinum. Tá løgreglan ætlaði at handtaka mannin aftur beint eftir leyslating, setti ríkisadvokaturin seg upp ímóti hesum, tí advokaturin vísti á, at rættarskipanin hevði talað.

Miljarderurin ger enn eina roynd at fáa samband við mótpartin, ið eftir hansara tykki hevur rænt Anne-Elisabeth Hagen. Mynd: Privat.