Tom Hagen er handtikin

Í morgun hevur norska løgreglan handtikið miljarderin, Tom Hagen, ið er maður Anne-Elisabeth Hagen, sum hvarv úr heimi sínum fyri hálvum øðrum ári síðan.

 

VG veit í morgun at siga, at norska løgreglan um 08.30-tíðina í morgun steðgaði miljarderinum, Tom Hagen, tá hann var á veg úr heiminum í Lørenskog og ávegis til arbeiðsplássið í Futurum. Heimasíðan skrivar, at løgreglan stongdi veg við fleiri løgreglubilum, og ferðslan varð steðgað við bláum ljósum í báðum endum av gøtuni.

Eftir átakið stóð bilurin hjá Tom Hagen tómur við vegkantin.

- Tað koma fleiri upplýsingar í einum tíðindaskrivi skjótt, sigur átaksleiðarin, Ronny Samuelsen, við VG. Heimasíðan veit eisini at siga, at tað verður ein tíðindafundur um seinastu gongdina í Hagen-málinum í morgun klokkan 10.30 lokala tíð.

VG skrivar, at stutt eftir átakið var løgreglan stødd bæði við bústaðin hjá familjuni í Lørenskog og við arbeiðsplássið hjá Tom Hagen í Futurum.

- Eg kann vátta, at vit hava stongt vegin við Sloraveien 4, og at løgreglan er á staðnum. Aftrat tí havi eg ongar viðmerkingar fyri tíðindafundin, sigur ein annar átaksleiðari, Marit Furuseth, við VG beint við heimið hjá Hagen-familjuni.

##med2##

 

 

Nú er miljarderurin, Tom Hagen, handtikin.