Tom Hagen er illa fyri

Verjin, Svein Holden, sigur, at Tom Hagen er "sterkt præget" og "virkelig ikke i form" til at verða avhoyrdur í løtuni.

- Tom Hagen var ikki væl fyri, og hann er ógvuliga nógv merktur av øllum tí, sum er hent í seinastuni.

- Tom Hagen var ikki væl fyri, og hann er ógvuliga nógv merktur av øllum tí, sum er hent í seinastuni.

 

Í dag skuldi Tom Hagen fyri fyrstu ferð møta til avhoyringar hjá norsku løgregluni, síðan hann fyri nøkrum vikum síðan varð leyslatin úr varðhaldsfongsli, har hann hevði sitið avbyrgdur í níggju dagar. 

Eftir at miljarderurin varð handtikin á opnari gøtu í Lørenskog, tá hann var á veg til arbeiðis, varð hann eisini førdur fyri tingrættin, har løgreglan vildi hava Tom Hagen varðhaldsfongslaðan í fyribils fýra vikur.

Eftir drúgva rættarfundin gekk tingrætturin løgregluni á møti, tí rætturin helt, at løgreglan átti at fáa frið at kanna bústaðin í Lørenskog enn einaferð, og rætturin helt eisini, at illgruni er um, at miljarderurin er sekur í drápi - ella viðvirkan til dráp - av konu síni.

Málið snýr seg sjálvsagt um Anne-Elisabeth Hagen, sum hevur verið sporleyst burtur síðan hin 31. oktober í 2018 - uttan eitt einasta lívstekin. Løgreglan heldur, at miljarderurin hevur roynt at villleitt løgregluna - og at Tom Hagen roynir at fjala út yvir eitt dráp, sum hann hevur sín leiklut í.

Við handtøkuna henda dagin, skuldsetti norska løgreglan eisini Tom Hagen fyri dráp ella viðvirkan til dráp, og hesar skuldsetingar hanga framvegis yvir manninum. Miljarderurin var ikki nøgdur við avgerðina hjá tingrættinum um varðhaldsfongsling.

Hann kærdi avgerðina til lagmannsrættin, har tveir av trimum dómarum góvu honum viðhald í kæruni, tí rætturin metti ikki, at skjalatilfarið í málinum prógvar, at maðurin er sekur. 

Tískil varð Tom Hagen leyslatin aftur eftir at hava sitið í varðhaldi í níggju dagar. Í dag skuldi hann so fyri fyrstu ferð eftir leyslatingina møta til avhoyringar hjá norsku løgregluni. Men, her kom einki burtur úr, tí 70 ára gamli miljarderurin var als ikki upplagdur til at verða avhoyrdur í dag.

Verjin, Svein Holden, sigur, at Tom Hagen er nógv merktur av støðuni og tí miðlaumrøðu, sum hetta mál hevur fingið og framvegis fær. Verjin segði, at Tom Hagen er "sterkt præget" og "virkelig ikke i form" til at verða avhoyrdur í løtuni.

Á hinari síðuni sigur løgreglan, at Tom Hagen, tá hann møtti til avhoyringar í dag, var "litt pjusk", sum VG endurgevur løgregluna fyri at hava sagt. Sum skilst, skuldi miljarderurin í dag gjøgnumganga eina avhoyring, sum løgreglan gjørdi av honum eftir handtøkuna í endanum av apríl.

- Tom Hagen er veruliga ikki væl fyri, og hann er ógvuliga nógv merktur av øllum tí, sum er hent í seinastuni, segði verjin, Svein Holden, sum legði aftrat, at tað var í samráð við løgregluna, at ætlaða avhoyringin í dag varð útsett.

Norski miljarderurin hevur fleiri ferðir sagt, at hann hevur einki við burturblívingina av konu síni at gera. Tey trý børnini, sum Tom Hagen og Anne-Elisabeth Hagen eiga, eru onga í løtu í iva um, at pápin er ósekur, og tað eru systkini hjá miljarderinum eisini.

Løgregluadvokaturin, Haris Hrenovica, sigur í telduposti við VG í dag, at tey ongantíð komu í gongd við ætlaðu avhoyringina, tí verjin, Svein Holden, helt, at Tom Hagen ikki var nóg væl fyri.

- Sum fleiri miðlar hava skrivað í dag, legði eitt av okkara fólkum til merkis, at Tom Hagen var "litt pjusk", tá hann møtti upp til ætlaðu avhoyringina. Eftir stutta fundin í dag koyrdi løgreglan Tom Hagen aftur til arbeiðis, sum eisini var hansara ynski, sigur løgregluadvokaturin, Haris Hrenovica, við VG.

 

 

 

 

- Tom Hagen var ikki væl fyri, og hann er ógvuliga nógv merktur av øllum tí, sum er hent í seinastuni.